Hósdagin, 7. august kl 17:00, letur Zacharias Heinesen upp málningaframsýning í Ribarhúsi. Zacharias er ein av okkara mætu listafólkum, sum hevur latið av teimum listaligu, føroysku, litríku kyllingunum í mong Harrans ár. Hann er føddur í 1936, og er nú ímillum tað eldra liðið, sum hevur rakað saman og kylt lívrunnin verk, ið hava talað sítt stumma mál á tí listaliga hónum – bæði her á oyggjunum og manga ferð eisini uttanlands.
Ikki so fáir málarar hava onkran klúk við í sínum verkum, sum hevur okkurt við í dópsgávu frá Zachariasi. Vanligt er ímillum listafólk, at tey verða ávirkað hvørt av øðrum, og er hetta eingin ódygd.
Tað verður ein dýrdarsjón hósdagin, tá ið listamaðurin kemur inn um Marknará , inn eftir Dølum og fer í sínum hóvliga verumáta inn um dyrnar í Ribarhúsi og letur framsýningina upp, hósdagin kl 17:00. Framsýningin hongur uppi til 26. august og er opin, meðan Piddasa handil er opin.
Ribarhús




