Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Zacharias Wang um vallógina

John William Joensen

I samband við orðaskiftið um Føroyar, sum eitt valdømi, endurprenta vit tilfar sum Zacharias Wang lat rættarnevndini tá hon viðgjørdi uppskotið frá Sjálvstýrisflokkinum.

Viðmerkingar til broytingar í vallógini 24.10.2005 

Kelda: www.logting.fo

Nýggj vallóg

Nú hevur Sjálvstýrisflokkurin sett fram uppskot um at broyta løgtingsvallógina.

Fyrr í summar møtti eg Kára Højgaard og bað hann vælsignaðan ikki nerta við vallógina, tí tá Sjálvstýrisflokkurin í 1939 gekk við til tað, reyk hann út úr tinginum í 1943 sambært sína egnu vallóg. Men Kári lurtaði ikki eftir, og nú er málið komið á dagsskrá hjá tinginum.

Sum kunnugt fekk Sjálvstýrisflokkurin á løgtingsvalinum 2004 eitt umboð á løgting. Tað varð valt í tí valdømi, sum hevði flestar atkvøður, og var Eysturoya valdømi tvær atkvøður framman fyri Suðurstreymoyar valdømi.

Gerrymandering
Nú hevur Sjálvstýrisflokkurin sett fram eitt uppskot til broyting av løgtingsvallógini, sum, um tað hevði verið galdandi í 2004, hevði sett verandi umboð floksins trygt inn á ting uttan nakra kapping úr Suðurstreymoy.

Tað er ikki óvanligt at tey, ið vald hava til at broyta vallógir, royna at smíða tær til egnan fyrimun. Ein av teimum monnum, sum skrivaðu undir frælsisyvirlýsingina hjá USA í 1776, gjørdist seinni guvernørur í Massachusetts. Hann bar ótta fyri, at hann ikki varð afturvaldur, og fyri at betra um møguleikarnar broytti hann í 1812 mark millum valdømini. Hann æt Elbridge Gerry, og at broyta valdømini til egnan fyrimun hevur síðan á enskum máli verið kallað gerrymandering. Henda mannagongd er framvegis kend í USA, og nú hevur Schwarzenegger guvernørur í California skotið upp, at markini millum valdømini skulu ásetast av dómarum og ikki av nøkrum av teimum fólkavaldu. Hetta verður longu gjørt í nøkrum av teimum amerikonsku deilstatunum.

Hví valdømi?
Í kommunum okkara hava vit bert eitt valdømi til kommunuval, og líta vit okkum íkring, so hava grønlendingar lagt øll valdømini saman í eitt.

Men Grønland er eitt undantak. Grannar okkara hava nýtt aðrar loysnir. Í Íslandi eru stór valdømi. Sama er í Noregi.

Næsti granni okkara er Hetland. Teir hava eina skipan, har landið verður deilt í eins nógv valdømi, sum talið er av umboðum, ið veljast skulu. Henda skipan er tann sama, sum vit hava í teimum stóru demokratisku londunum, í India, USA, Bretlandi og teimum fyrrverandi bretsku hjálondunum.

Einmannavaldømi mest demokratisk
Spyrja vit hetlendingar, hví teir hava eina skipan við einmans valdømum við einari atkvøðugreiðslu, so tann sum fær flestar atkvøður í einum valdømi verður valdur og eykaval skal vera, um hann fellur frá, so svara teir, at henda skipan er tann mest demokratiska. Teir halda, at Hetland frá náttúrunnar hond er eitt oyggjaland við spjaddum bygdum. Teir halda, at tað er umráðandi at allir partar av landinum fáa eina rættvísa umboðan, og tað tryggjar teirra vallóg.

Neyðugt at broyta mark
Tann økonomiska gongdin í ymsum landspørtum er altíð ymisk. Nakrir partar av landinum hava relativa framgongd og aðrir hava afturgongd. Fyri at tryggja, at hvør veljari hevur eins nógva ávirkan, er tí neyðugt støðugt at broyta markini millum valdømini, tí annars verður tað munur á hvussu nógvar veljarar hvørt tingumboð umboðar. Tað ber ikki til at tosa um demokrati um nøkur umboða 100 og onnur 3000 íbúgvar. Tíverri vísir tað seg, at tað er ringt at fáa tey valdu til sjálvi at broyta markini millum valdømini sambært broytingarnar í fólkatalinum, og tí er tað helst rætt at gera sum Schwarzenegger skjýtur upp og lata ein óheftan myndugleika síggja til at markini millum valdømini altíð eru í samsvari við gongdina í fólkatalinum.

Veljararnir nógv vald
Hetlendingar leggja dent á, at tað er ógvuliga umráðandi at teirra umboðsmenn umboða teir og ongan annan. Fyri valið koma valevnini á gátt hjá øllum veljarum og siga hvat teir ætla sær at seta í verk um teir fáa undirtøku. Fýra ár seinni kemur eisini tað valda umboðið at banka upp á hurðina. Tá kann veljararin hyggja í eyguni á tingumboði sínum og spyrja, um lyftini vóru hildin. Halda veljararnir ikki tað, eru møguleikarnir fyri afturvali ikki stórir.

Hetta er ein demokratiskt skipan, tí hon gevur veljarunum nógv vald. Hava teir álit á sínum umboði, er eingin sum kann taka tað frá teimum.

Tað vanliga er eisini, at tann sum fyrst er valdur, verður afturvaldur á næsta vali. Veljararnir halda, at teirra umboð hevur størri møguleika fyri ávirkan um tað hevur kunnleika til mannagongd í tinginum, og umráðandi er at velja umboð sum kunnu gera seg galdandi millum tingmenn.

Meirilutaval í fleirmannavaldømum
Verður farið nakað aftur í tíðina, vóru flestu valdømi í Stórabretlandi tveymannavaldømi. Á valdegnum høvdu veljararnir ikki eina atkvøðu, men tvær, og skuldu nýta báðar.

Tá løgting okkara var sett á stovn við lóg frá 26. mars 1852 varð ásett í grein 1, at á tingi sótu 16 valdir menn. Norðoya, Norðurstreymoya, Vága, Sandoya og Suðuroya valdømi høvdu 2 menn í part, og Suðurstreymoya og Eysturoya valdømi høvdu 3 menn. Á valinum skuldi hvør veljari greiða atkvøðu fyri eins nógvum valevnum, sum veljast skuldu, so vit høvdu reint meirilutaval.

Skipan okkara var tí nágreinliga tann sama, sum vit tá høvdu í Hetlandi og Stórabretlandi yvirhøvur. Í 1885 sleptu bretar næstan heilt hesa hesi skipan til parlamentsval, so bert 30 tveymannavaldømi vóru eftir nøkur ár afturat, men í Føroyum livdu vit við hesi bretsku skipan til 1906.

Einmannavaldømi betri enn fleirmannavaldømi
Orsøkin til at bretar sleptu hesi skipan er greið. Vit kunnu ímynda okkum eitt valdømi við tveimum bygdum og onnur er eitt sindur størri enn hin. Tá kann tað væl hugsast, at tann størra bygdin fær bæði umboðini. Fyri at sleppa undan hesum kann eitt slíkt valdømi deilast í tvey, har nakað av tí størri bygdini verður lagt afturat tí minni bygdini. Tá hevur vallógin tryggjað, at tann minna bygdin eisini fær sítt umboð.

Lutfalsval
Men í Føroyum varð ein onnur leið gingin. Í 1906 fingu vit eina skipan við lutfalsvali, soleiðis at vit skuldu velja eftir listum. Henda skipan gav okkum politiskar flokkar, og í 1923 fingu vit eftir týskari fyrimynd eykamenn, sum vórðu lutaðir politisku flokkunum til í tann mun teir ikki fingu sín lutfalsliga part av umboðunum í øllum landinum. Á henda hátt fingu vit tryggjað okkum, at flokkarnir fingu rætta umboðan, men minni dentur varð lagdur á um henda umboðan var geografiskt røtt.

Frá 1906 var talið av valdømisvaldum 20. Afturat teimum 16 í tí fyrstu løgtingslógini vóru 2 komnir í 1854, tí Suðurstreymoy og Eysturoy fingu hvør sín, so hesi valdømi komu upp á fýra hvørt. Í 1906 kom Suðuroya valdømi eisini upp í svervektaraklassan og fekk tvey afturat teimum báðum tað hevði havt síðan 1852. Í 1923 fingu vit møguleika fyri at velja 3 eykaumboð, og skjótt vaks hetta tal til 10. Tað var tað til 1978, tá nýggja vallógin vaks um talið av valdømisvaldum umboðum í nøkrum valdømum. Norðuroyggjar fingu 2 afturat, Eysturoyggin 1 og Suðurstreymoy 4, meðan talið av eykaumboðum minkaði til 5.

Við vallógini sum var fram til 1978 var tað ómøguligt at ein flokkur fekk ov stóran part av tingmanningini í mun til atkvøðutalið, og høvdu vit ikki broytt vallógina tá, so var tað ikki komið fyri síðani heldur. Men við at vaksa um talið av valdømisvaldum gjørdist størri tørvur á eykavaldum fyri at viga upp teir fyrimunir, sum ein heppin flokkur kundi fáa við býtinum av teimum valdømisvaldu. Við 20 valdømisvaldum tingmonnum kom tað fyri at allir 10 eykamenninir vórðu nýttir, og við 27 valdømisvaldum kunnu tølini gerast enn størri. Hevði Fólkaflokkurin á valinum í 1998 fingið fimm atkvøður meir í Suðuroy, hevði hann fingið 9 umboð, og so skuldu hinir flokkarnir tilsamans fingið 15 eykamenn fyri at viga upp tann fyrimun sum Fólkaflokkurin hevði fingið við býtinum av teimum valdømisvaldu. Talið av løgtingsmonnum var tí vaksið upp í 42.

Tingið vil geva stóru flokkunum fyrimun
Spurningurin er so, um teir tingmenn, sum gjørdu vallógina í 1978, vóru greiðir yvir, at tann valskipan, sum teir settu í verk, ikki gav eitt lutfalsliga rætt býti millum flokkarnar. Einki er at ivast í, at meiningin við lógarbroytingini júst var, at teir størstu flokkarnir skuldi fáa fyrimun burtur úr broytingini.

Umboðsmaðurin áseta valdømini
Løgtingið vil tí ikki hava at tingmenn verða deildir millum flokkarnar í mun til atkvøðutøl teirra.

Men sjálvt um tingið sleppur hesi fortreyt í vallógini, so er einki ið forðar, at gera eina vallóg, sum tryggjar at tað landfrøðiliga býtið er rættvíst, so at allar atkvøður hava eins nógv at siga fyri hvør ið valdur verður.

Tað hevði borið til við at fingið okkum ta hetlendsku valskipanina. So høvdu øll valdømini eins nógvar íbúgvar.

Valdu vit hesa leið, so skuldi løgtingsvallógin áseta hvussu nógv umboð skuldu veljast í øllum Føroyum í eins stórum valdømum, og hvussu valið skuldi fara fram.

Ásetingarnar um hvussu markini millum valdømini skulu vera hoyrir ikki heima í vallógini, tí tey mugu støðugt broytast alt eftir hvussu gongdin er í fólkatalinum. Hetta hevði verið rímiligt at álagt løgtingsins umboðsmanni at tikið sær av. Hetta er ikki stórt øðrvísi enn vit eru von við at gera fjórða hvørt ár tá ið grindalistar verða broyttir.

Hvør valskipan er best?
Hvør skipan er tann besta, lutfalsval ella meirilutaval kann altíð orðaskifti spyrjast burtur úr.

Út frá okkara royndum kunnu vit í hvussu so er siga, at verður hugt eftir fólkatalinum í Føroyum, so er tað ongantíð í søguni vaksið so nógv sum í tí tíðarskeiði, vit høvdu meirilutaval til løgtingið, frá 1852 til 1906. Hesi árini vóru vit kappingarførir við útlendingar og tey, ið her vóru fødd, kundi liva við sømd í føðilandinum. Meðan fólk í hópatali fóru vestur um hav við emigrantdamparum úr Íslandi, Noreg, Svøríki, Finnlandi og Danmark, so løgdu hesi skip ikki inn í Føroyum, tí her var eingin áhuga fyri at fara burtur. Føroyska vinnulívið var kappingarført við tað aðrastaðni og bjóðaði so góðar lønir at fólk kundu liva og seta búgv.

Hetta er ikki tann sama søgan sum vit hava havt í tí tíðarskeiði, vit hava havt lutfalsval. Síðan tá hevur vinnulív okkara ikki verið kappingarført, og í meðal eru fleiri fólk farin av landinum enn tey sum eru komin til landið.

Vit hava sjálvandi onga trygd fyri at broyting kemur í økonomisku gongdina í bræði bert við at fáa eina skipan við meirilutavali, men vit kunnu í hvussu so er siga, at tað hevði verið lættari at skipa landsstýri eftir eitt val um vit høvdu hesa skipan. Har val er við einmannavaldømum við meirilutavali er tað vanligt, at størsti flokkur fær meiriluta einsamallur, og á síðsta vali í Stórabretlandi fekk størsti flokkur stóran meiriluta við 36% av atkvøðunum. Hetta er rætt demokratiskt, tí veljararnir hava givið honum størri álit enn nøkrum øðrum flokki. Vísir flokkurin at hann ikki er hetta álit verdur, so venda veljararnir honum bakið, og tá er tað ein annar flokkur, sum gerst størstur og kann seta tað í verk, sum hann hevur lovað veljarum sínum.

Hvussu valdømini skulu vera er sum nevnt ein setningur sum løgtingsins umboðsmaður skuldi tikið sær av. Har er nógv at hugsa um, og tað er greitt, at tað ikki ber til at seta mark ígjøgnum smáar bygdir, og tí má vera loyvt eitt ávíst frávik frá miðaltalinum.

Hetta kann gerast, men eg skal í øllum lítillætni vísa á, hvussu 33 valdømir høvdu kunnað verið fingin til vega í Føroyum um slík fyrilit ikki vóru tikin. Henda uppseting er tí ikki sett fram fyri at vísa hvussu ein skipan við meirilutavali í einmannavaldømum nágreinliga verður í smálutum, men er bara gjørd fyri at vísa avleiðingar av tí prinsippi, her er talan um.

Í Føroyum búgva 48379 fólk. Hvør løgtingsmaður umboðar tí 1466 íbúgvar.

1. valdømi: Hattarvík 17, Kirkja 28, Svínoy 55, Viðareiði 341, Depil 2, Hvannasund 271, Múli 4, Norðdepil 164, Norðtoftir 8, Árnafjørður 51, Ánir 11, Haraldsund 74, Kunoy 67, Mikladalur 45, Trøllanes 23, Húsar 52, Syðradalur K 5, Norðoyri 83, Klaksvík I 165.
2. valdømi: Klaksvík II 1466
3. valdømi: Klaksvík III 1466
4. valdømi: Klaksvík IV 1466
5. valdømi: Klaksvík V 126, Leirvík 856, Fuglafjørður I 484
6. valdømi: Fuglafjørður II 1065, Hellur 26, Oyndarfjørður 182, Elduvík 26, Funningsfjørður I 30, Funningur 83, Gjógv 54.
7. valdømi: Eiði 659, Ljósá 35, Svínáir 25, Norðskáli 244, Oyrarbakki 102, Oyri 143, Selatrað 62, Morskranes 46, Kolbanargjógv 33, Strendur I 117.
8. valdømi: Srendur II 704, Innan Glyvur 81, Skáli 616, Skálafjørður I 65.
9. valdømi: Skálafjørður II 35, Funningsfjørður II 33, Norðragøta 574, Gøtugjógv 53, Syðrugøta 408, Undir Gøtueiði 37, Skipanes 58, Søldarfjørður I 268,
10. valdømi: Søldarfjørður II 81, Lambi 145, Lambareiði 7, Glyvrar 424, Saltangará I 809
11. valdømi: Saltangará II 16, Runavík 474, Saltnes 152, Toftir I 824.
12. valdømi: Mykines 22, Gásadalur 14, Bøur 70, Sørvágur 978, Vatnsoyrar 56, Miðvágur I 326.
13. valdømi: Miðvágur II 707, Sandavágur 738, Vestmanna I 21.
14. valdømi: Vestmanna II 1220, Saksun 33, Tjørnuvík 70, Haldarsvík I 143.
15. valdømi: Haldarsvík II 20, Langasandur 35, Nesvík 1, Streymnes 200, Toftir II 7, Nes 234, Æðuvík 105, Rituvík 272, Hósvík 295, Kollafjørður I 76.
16. valdømi: Kollafjørður II 745, Oyrareingir 43, Skælingur 11, Leynar 122, Stykkið 42, Kvívík 377, Válur 55, Signabøur I 71.
17. valdømi: Signabøur II 86, Kaldbak 216, Kaldbaksbotnur 7, Sund 3, Hvítanes 97, Hoyvík I 1057.
18. valdømi: Hoyvík II 1466.
19. valdømi: Hoyvík III 415, Tórshavn I 1051
20. valdømi: Sumba 265, Víkarbyrgi 2, Akrar 28, Lopra 96, Vágur I 1075.
21. valdømi: Vágur II 355, Nes 1, Porkeri 359, Hov 131, Øravík 39, Fámjin 115, Øravíkarlíð 68, Trongisvágur I 398.
22. valdømi: Trongisvágur II 14, Tvøroyri 1177, Froðba 140, Hvalba I 135.
23. valdømi: Hvalba II 530, Sandvík 113, Stóra Dímun 7, Skúvoy 55, Skarvanes 5, Dalur 47, Húsavík 89, Skálavík 184, Sandur I 436.
24. valdømi: Sandur II 163, Skopun 480, Hestoy 39, Koltur 2, Norðradalur 17, Syðradalur 7, Velbastaður 159, Kirkjubøur 70, Nólsoy 264, Argir I 265.
25. valdømi: Argir II 1466
26. valdømi: Argir III 156, Tórshavn II 1310
27. valdømi: Tórshavn III 1466.
28. valdømi: Tórshavn IV 1466.
29. valdømi: Tórshavn V 1466.
30. valdømi: Tórshavn VI 1466.
31. valdømi: Tórshavn VII 1466.
32. valdømi: Tórshavn VIII 1466.
33. valdømi: Tórshavn IX 1466.

Tað ber altíð til at kjakast um smálutir í einum slíkum uppskoti. Til dømis hevur Eysturoyggin eitt avlop av íbúgvum til sínar 6 tingmenn. Nakrar bygdir í Eysturoynni skulu tí leggjast afturat nøkrum í Streymoynni, og tað má gerast við hygni. Nógvar aðrar loysnir enn tann her uppsetta kundu hugsast.

Meir lokalpolitikkur?
Eitt sum viðhvørt verður ført fram ímóti hesi skipan, er at vit fáa meir lokalpolitikk, og at tingmenn bert fara at hugsa um kommunupolitikk í tinginum.

Alt bendir tó á, at tað verður akkurát øvut. Allir tingmenn hava eins nógv at hugsa um í lokalpolitikkinum, tí allir hava eins nógvar íbúgvar at virka fyri. Men eingin av teimum kann krevja at hansara valdømi fær meir enn eitthvørt annað, tí teir eru fyrst og fremst valdir til at virka fyri, at heildin klárar seg gott, og at landið gerst eitt gott land at búgva í hjá øllum teimum, sum her búgva.

Veljararnir vita eisini, at allir teir valdu sjálvandi vilja hjálpa teirra valdømi, men at tað gerst best við at landið klárar seg í kapping við onnur lond. Tí krevst dugnaskapur av teimum valdu, og tí verður valdysturin ikki ein spurningur um hvaðani eitt valevni er, men um umboðið fer at roynast millum hini á tingi. Verður so, kann tað hugsast, at tað valdømi, ið hevur eitt slíkt umboð, eisini kann fáa gagn burtur úr.

Zakarias Wang