Formaðurin í Team Klaksvík sigur, at Zarko Pejovic ynskti at sleppa til annað felag og at felagið ynskti at ganga hesum á møti.
Zarko Pejovic flytir úr Team Klaksvík og til VÍF, har hann m.a. kemur at spæla saman við fyrrverandi liðfelagnum Filip Jojic, ið hann eisini fekk til Team Klaksvík fyri nøkrum árum síðani. Men hvør er orsøkin til, at profilurin hjá Team Klaksvík nú skiftir felag. Heri Johnsson er formaður í Team Klaksvík.
– Vit hava á fundi í leiðsluni í felagnum tikið ta avgerð, at leyslata Zarko úr sáttmálanum – sjálvandi eftir hansara ynski. Tað er onki at dylja yvir, at Zarko hevur verið ein týðandi leikari fyri okkum, men tá hann ynskir at fara, merkir tað samstundis, at hann ikki ynskir at leika her. Og vit hava ikki tørv á einum leikara, hvørs tankar eru aðrastaðni. Hendan støðan gevur okkum eitt kort færri at spæla við. Men vit taka tey kortini vit hava, og blanda tey av nýggjum, soleiðis at vit sum felag og sum lið, koma sterkari úr hesi støðu enn áðrenn, sigur Heri Johnsson við nordlysid.fo. Hann leggur afturat, at Zarko ikki heilt sleppur leiklutinum sum venjari hjá yngru liðunum. Hann verður m.a. partur av øllum fyrireikingunum hjá dreingjum 10, sum fyrireika seg til steypafinaluna komandi sunnudag.
Team Klaksvík missir eisini Jákup Joensen, ið fer av landinum í lestrarørindum.
Team Klaksvík er aftast í deildini, men hevur vunnið tveir dystir hetta kappingarárið umframt at liðið vann tann eina dystin í bólkaspælinum í steypakappingini.




