Lýsing
Lýsing

Grindamannafelagið haft aðalfund

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.04.2024 - 08:30 Mentan Tíðindi

Árligi aðalfundurin hjá Grindamannafelagnum fyri 2024, varð hildin leygardagin 20. apríl 2024.

 

 

Heilt fitt av fólkið varð møtt, og umframt skrá sambært viðtøkunum, hevði Páll Nolsøe ráðgevi hjá Føroya Landstýri, eina framløgu um hvussu útlendingar síggja føroyingar í mun til okkara hvalaveiðu, og hvat verður gjørt fyri at svara mótmælinum aftur.

Bjarni Mikkelsen lívfrøðingur, hevði eisini eina framløgu um merking og gransking av skjórutum springara.

Í formansfrágreiðingini, nevndi Esmar Joensen m.a. at árið í fjør varð søguligt, tí fyri fyrstu ferð bleiv ein kvinna vald til grindaformann í Føroyum. Esmar nýtti eisini høvið í røðuni, at minna á, hvussu umráðandi tað er at roynd grindafólk, føra teirra vitan innanfyri grind víðari til yngra ættarliði.

Fyri eini tíð síðan fekk felagið nýggja talgilda limaskipan, og heitti nevndin á limir, sum ikki longu høvdu gjørt tað, um at tilmelda seg av nýggjum umvegis nýggju limaskipanina, sum liggur á heimasíðuni gmf.fo

Á aðalfundinum bleiv eisini kunngjørt, at Fiskimálaráðið fer at skipa fyri nýggjum mønustingaraskeiðum í komandi mánað. Mikudagin tann 8. mai kl. 18:00 verður skeið í Eysturskúlanum í Tórshavn, og 10. mai í miðnámsskúlanum í Grønadali í Suðuroy.

Ymisk onnur mál vóru viðgjørd, sum t.d. ætlan um nýggjan undirvísingarfilm um grind, ferðamannaskip, springaraveiða, aktivistar, miðling, skera á háls o.s.fr.

Allir nevndarlimirnir sum stóðu fyri vali, tóku við afturvali, og onki annað valevni varð í uppskoti.

 

Eftir fundin skipaði nevndin seg óbroytt, sum er:

 

  • Formaður: Esmar Joensen, Hvítanes
  • Næstformaður/peningarøkil: Tóri Simonsen, Hvannasund
  • Skrivari: Bjartur Tórhalsson, Vestmanna
  • Eykavaldur: Bogi Hansen, Runavík
  • Eykavaldur: Eyðstein í Løðu, Bøur
  • Eykavaldur: Ragnar Jacobsen, Miðvágur
Lýsing
Seinastu tíðindini
Bankarnir hava nóg mikið av gjaldføri
Sølan hækkaði 8% - tøkugjaldið 295%
Øssur kosin ársins borgari
Aðalfundu­rin hjá Javna 2024
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?