Lýsing
Lýsing
Atli Simonsen, sølumaður hjá North Pelagic á básinum hjá Christian í Grótinum samtakinum | Mynd: Jóhann Lützen

Seafood Expo Global í Barcelona sett

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.04.2024 - 11:24 Myndarøð Tíðindi Vinna

Heimsins størsta fiskivinnustevna lat upp í Barcelona í fagrasta veðri í morgun

 

Sjógætisvinnan er á breddanum í Barcelona næstu tríggjar dagarnir. Hetta er triðju ferð at stevnan nevnd - Global Seafood Expo - verður hildin í Barcelona. Undanfarin ár hevur hon verið hildin í Bruxelles. Her møtast keyparar og seljarar innan fiski- og alivinnu úr øllum heiminum. 

Harumframt eru eisini hópin av framleiðslufyritøkum umboðaðar við teirra maskinum, flakalinjum og líknandi. Flutningsfeløg eru eisini á stevnuni. 

Fleiri enn 2.200 framsýnarar úr 87 londum luttaka, herundir fleiri føroyskar fyritøkur

Stigtakararnir vænta fleiri enn 30.000 vitjandi úr áleið 150 londum. 

Fyritøkur í Føroyum hava, við Vinnuhúsinum á odda, sligið seg saman um eitt stórt øki har teirra básar eru. Vit frætta nærri frá føroysku fyritøkunum næstu dagarnar. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlysið á gøtuni
Bankarnir hava nóg mikið av gjaldføri
Sølan hækkaði 8% - tøkugjaldið 295%
Øssur kosin ársins borgari
Aðalfundu­rin hjá Javna 2024
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin