Lýsing
Lýsing

Eystanljóð á kórferð í Skotlandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.04.2024 - 08:16 Mentan Tíðindi

Flaggdagin ferð Kórið Eystanljóð á kórferð til Skotlands. Eystanljóð er staðsett í Eysturkommunu, men sangararnir, umleið 30 í tali, koma eisini aðrastaðni frá.

 

Kórið er eitt sera virkið kór, ið luttekur nógv í tí heimliga. Men umleið annað ella triðjahvørt ár skipar kórið fyri einum kórtúri, og hesaferð gongur leiðin til Skotlands, har eftirhondini í Føroyum vælkendi Michael Bawtree fer at hava verkstovu við Eystanljóð. Bawtree hevur heilar seks ferðir verið í Føroyum og arbeitt við kóri, og m.a. hevur hann verið kórleiðari á tveimum teimum seinastu kórstevnunum og tað er har áhugin hjá kórinum er kveiktur at arbeiða meira saman við Bawtree.

Eystaljóð fer umframt at luttaka á kórverkstovuni hjá Bawtree eisini at hava konsert í kirkjuni St. Margaret’s Scottish Episcopal Church leygardagin kl. 17.30. Á skránni verður serliga tilfar, ið er vænt á verkstovuni. Tilfarið fevnir bæði um føroysk og ensk kórverk. Sunnudagin kl.10.30 syngur kórið til Gudstænastu í somu kirkjuni saman við kórsangarum hjá Michael Bawtree. Kl. 19 sunnukvøldið er kórið við verkætlan har kantata 104 og kantata 146 hjá Bach verða framførdar við orkestri. Hendan konsertin verður í Glasgow Cathedral.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroysk rokksøga í KVF
Norðlysið á gøtuni
Bankarnir hava nóg mikið av gjaldføri
Sølan hækkaði 8% - tøkugjaldið 295%
Øssur kosin ársins borgari
Aðalfundu­rin hjá Javna 2024
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In