Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

07Vestur ger ikki stórar broytingar

Jákup Ósá

Søgan her vesturi sigur okkum, at tað loysir seg ikki at skifta venjara fyri at fáa úrslitini at venda. Tískil skulu vit lyfta hetta í felag, sigur formaðurin í 07Vestur.

Tað sær einki út hjá 07Vestur higartil í Effiodeildini. 7 stig eru komin til høldar eftir 13 umfør og 9 stig eru upp til niðurflytingarstrikuna.

Mánadagin letur flytingargluggin upp, men tað vera ikki stórvegis broytingar, sigur Jarnhold Nattestad, ið er formaður í 07Vestur.

– Vit fara ikki útum Føroyar eftir nøkrum leikara. Um vit styrkja okkum, so verður tað her heima, men tað er óvist. Vit missa heldur ikki nakran burtursæð frá, at ein leikari møguliga gevst, men tað er ikki endaliga avgjørt. Vit halda okkum hava sæð í dystunum í ár, at vit hava verið væl við og ikki staðið stórvegis aftanfyri hini liðini. Eg haldi ikki man kann siga, at vit mangla t.d. eina álopsleikara. Tí har er Ibrahima Camara fínur, tá hann fær tað at koyra, sigur Jarnhold.

Tá vit spyrja, um trýst er á venjaranum Piotr Krakowski, so varar hann soleiðis.

– Tað er trýst á okkum øllum í felagnum, tí felagið hevði sett sær fyri at halda sær uppi áðrenn kappingina. Eingin kann heldur garantera nøkrum nakað og byrjar tað at blíva pínligt og vit tapa 9-0 móti HB sunnudagin, so veit man ongantíð. Men áðrenn kappinina løgdu vit eina ætlan, har vit ynsktu at fara frá hesum at koyra venjarar í tíð og ótíð. Hetta hava vágaliðini roynt so ofta fyrr og søgan sigur, at hetta hevur ikki hjálpt nakað. So tað hava vit lært og hava ongar ætlanir um at skifta venjara, sigur Jarnhold Nattestad.