Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1-0 til Frakland í hálvleikinum

Oliver Joensen

Sigast má, at tað hevur gingið væl hjá føroyska landsliðnum í fyrra hálvleiki. Men sjálvandi sæst munur á liðunum og tað er uppiborið at frakland er frammanfyri.

Higartil hevur føroyska landsliðið ikki verið undir serligum stórtrýsti frá fransmonnum. Franska landsliðið hevur havt yvirvág í fyrra hálvleikinum, men føroyingarnir eru eisini komnir framat fatinum frammanvyri franska málið og upp undir endan av fyrra hálvleiki sýntust aloyparar hjá fransmonnum at vera nakað frustreraðir, hóast teir eru á odda við einum málið. Samanumtiki kann sigast, at fransmenn hava ikki megnað at fingið spælið hjá teimum at ganga nøktandi og harafturat hevur verið lítið at sæð til kynstrini hjá teim stóru stjørnunum.
Men – tað er ein heilur hálvleikur eftir.