Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1-1-2 dagurin 2013

Tíðindaskriv

Mikudagin 29. mai 2013 verður árligi 1-1-2 dagurin hildin fyri elstu barnagarðsbørnunum í Tórshavnar Kommunu. Tiltakið verður á parkeringsøkinum við Badmintonhøllina í Gundadali.

Tíðindaskriv

Mikudagin 29. mai 2013 verður árligi 1-1-2 dagurin hildin fyri elstu barnagarðsbørnunum í Tórshavnar Kommunu. Tiltakið verður á parkeringsøkinum við Badmintonhøllina í Gundadali.

Tað eru Sjúkraflutningstænastan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tórshavnar Sløkkilið, Tórshavnar Kommuna, SSP Ráðgevingin og Politiið, sum skipa fyri 1-1-2 degnum.

Endamálið við 1-1-2 degnum er, at øll barnagarðs- og forskúlabørnini, sum fara í skúla í summar, fáa ein stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja 1-1-2.

Tiltakið er liður í tí fyribyrgjandi arbeiðnum, sum øll hesi yrkisfólk eisini taka sær av.

Nógv verður at hoyra og síggja hjá børnunum, so sum smáir og stórir útrykkningsbilar, politihundar og tónleikur.

Beinir og Rakul Ró, sum vit kenna úr Kulum Rótum, fara at syngja og spæla fyri børnunum.

Tað verða umleið 400 børn og vaksin úr Tórshavnar Kommunu til 1-1-2 dagin.

Harleywoodpaint