Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1. a vitjaði Norðlýsið

Jóhann Lützen

Næmingar á Skúlatrøð vitjaðu á redaktiónini fyrrapartin

 

Onkur av næmingunum kenna væl stjóran á Norðlýsinum og tískil varð ein vitjan gjørd. Norðlýsið verður ofta nevnt í flokshølunum. 

Børnini eru sera fitt, tey fingu ein slikkipinn frá Norðlýsinum. Síðani var ein felagsmynd tikin og aftaná fingu tey eitt sunkist í part. 

Hesa tíðina er ymiskt øðrvísi á skránni enn undirvísing í flokshølunum. Í gjár vóru tey øll uppi á Klakki og í dag vitja tey Norðlýsið. 

Øll børnini gleða seg at fáa summarferiu, sum byrjar nú fríggjadagin. Tey hava haft eitt gott fyrsta skúlaár, siga lærararnir. 

Harleywoodpaint