Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1. august 2006 verður koyrandi

Oliver Joensen

Dávur Reinert Hansen, stjóri á P/F Norðoyatunnlinum skrivaði undir nógv pappírir ídag, bæði fíggingin av Norðoyatunnilinum og sáttmálin við arbeiðistakarnar vóru radifiseraðir í Skálanum ídag.

Nú er so formliga settur spaki í viðvíkjandi Norðoyatunnlinum. Tíðarætlaniner hon, at fyrsta skotið verður latið av lorvíkarmegin 18. desember í ár og 18. apríl verður byrjað í Klaksvík. 1. august 2006 er ætlanin at koyrandi skal vera ígjøgnum.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum helt stutta røðu, har hann millum annað segði, at fyrstu ferð hann hoyrdi um Norðoyatunnilin var frá Jógvani við Keldu, tá hann sat sum borgarstjóri, men "eg tók tað ikki fyri fult tá, tí eg helt at maðurin var í øðrviti", legði Bjarni Djurholm skemtandi afturat.
Annars greiddi Dávur Reinert Hansen nágreiniliga frá málinum frá byrjan og til dagin ídag, ímeðan nevndarformaðurin í Norðoyatunnlinum Bergur í Garði eisini segði nøkur orð um komandi stórprojektið.
Tað, sum mundi falla mongum í eyguni nú størsti sáttmálin um eina verkætlan á landi nakrantíð, varð undirskrivaður, var, at sjónvarpið ikki var til staðar, allir hinir fjølmiðlarnir vóru hjástaddir.

Harleyfacadeacryl