Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1. deild: KÍ kann koma upp á eitt fjórðapláss

Danial Viðoy

Næstbesta liðið hjá KÍ skal í dag vestur í Vágarnar at spæla ímóti besta liðnum hjá MB. MB liggur aftast við tveimum stigum, ímeðan KÍ – um væl veit við – kann koma upp á eitt fjórðapláss við einum sigri.

Næstbesta liðið hjá KÍ skal í dag vestur í Vágarnar at spæla ímóti besta liðnum hjá MB. MB liggur aftast við tveimum stigum, ímeðan KÍ – um væl veit við – kann koma upp á eitt fjórðapláss við einum sigri.

AB II liggur á fjórða plássi við 24 stigum og tekur ímóti Skála á fyrsta plássi. B71 liggur á fimta plássið við 23 stigum og tekur heima á Sandi ímóti B36 II. KÍ II hevur 21 stig á sætta plássi.

Vinnur KÍ í dag og bæði B71 og AB tapa, yvirhálar KÍ bæði liðini, tí KÍ hevur betri málúrtøku enn AB. – Men hetta er ósannlíkt.

Líkt til at B36 fer at fáa tað trupult ímóti toppliðnum, men samstundis er B71 favorittur ímóti B36, sum liggur næstaftast.

KÍ endaði í fjør triðaftast við 29 stigum. Longu nú eftir 14 umfør hava teir skavað sær 21 stig. Neyvan kemur KÍ í niðurflytingarstríð í ár, tíanbetur.

MB hevur ongan dyst vunnið í ár og bert spælt tveir javnar. Tí er KÍ eisini ein favorittur í dag, sum aftur í dag stillar við einum góðum liði.

Dysturin byrjar klokkan 15.00 í Miðvági. Teir, sum mannað KÍ-liðið í dag eru:

Fríði Sigurðsson

Jóannes Kalsø Danielsen

Dávid Langgaard

Hjalgrím Elttør

Tórur Justesen

Ivan Joensen

Gunnar Christiansen

Jákup B. Andreasen

Henry Heinesen

Oddmar Marsten

Jóanis Viderø Petersen

Eivin Hermann Sørensen

Jákup Pauli Ziskason

Steinbjörn Olsen

Ari Olsen

Asbjørn Tungá