Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1. deild: KÍ vann 8-0

Danial Viðoy

KÍ vann 8-0 á MB í dag. Sigurin kundi lættliga verði størri, tí KÍ rendi í roynd og veru eitt skirvisligt MB-lið um koll.

KÍ vann 8-0 á MB í dag. Sigurin kundi lættliga verði størri, tí KÍ rendi í roynd og veru eitt skirvisligt MB-lið um koll.

Dysturin byrjaði spakuliga, men so líðandi tók KÍ yvir og stýrdi restina av seinna hálvleiki og dystinum sum heild. Tó so, stungu onkrar kontrastøður seg upp til gagns fyri MB, sum ikki megnaði at fáa nokk burturúr.

Tað var Henry Heinesen, sum setti hol á við brotssparki, eftir at Jóanis V. Petersen varð feldur í brotsteiginum.

Eina lítla løtu seinni tók Tórður Justesen bóltin til sín mitt í millum miðju og 16-metur, og gjørdi ikki mætari enn at smekka til. Bólturin sang í handara horni. 2-0 til KÍ.

Eftir hesa løtuna høvdu KÍ’arnir bóltin alla tíðina og vóru nærgangandi í sínum spæli. Hetta gav úrslit, tí eftir at hava havt bóltin eina góða løtu, kom Jóanis Viderø Petersen at standa væl fyri í brotsteiginum. Hann setti bóltin væl inn. 3-0 til KÍ, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Seinni hálvleikur

KÍ átti allan seinna hálvleik. Væl sást at KÍ’arnir eru í nakað betri formi enn MB og eisini sást, at KÍ er væl betri fyri fótbóltsliga.

Tað gekk tó ein lítil løta áðrenn fjórða málið í dystinum kom. Aftur var tað Tórður Justesen, sum skoraði við einum hegnisligum og væl skikkaðum skotið dygst uttan fyri 16-meturin.

Um miðjan seinna hálvleik kom Aksel B. Danielsen inn á vøllin fyri fyrstu ferð fyri 1. deild. Hann tók av møguleikanum og skoraði í sínum fyrsta sparki. Hetta eftir eitt gott upplegg úr høgru. Hann smekkaði bóltin upp undir nettakið. Hann hevði ikki fingið meira enn fingið armarnir niður aftur, tá ið hann aftur skoraði við einum langskoti. Tvey mál í síni debut fyri 1. deild.

Steinbjørn Olsen kom eisini inn í seinna hálvleiki. Hann gjørdi Akseli bragdi eftir og skoraði eisini tvey góð mál.

Samanumtikið eitt gott avrik. Eitt MB-lið, sum longu hevur mist vónina um verðandi livitíð í 1. deild og eitt 1. deildarlið hjá KÍ í góðum formi, serliga orsakað av nøkrum svangum, ungum og ikki minst evnaríkum leikarum.

Úrslit:

0-1 Henry Heinesen, brotsspark

0-2 Tórður Justesen

0-3 Jóanis Viderø Petersen

0-4 Tórður Justesen

0-5 Aksel B. Danielsen

0-6 Aksel B. Danielsen

0-7 Steinbjørn Olsen

0-8 Steinbjørn Olsen