Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1. deild menn: B68 vann á Svangaskarði

John William Joensen

Í kuldanum mikukvøldi var KÍ á vitjan úti á Toftum, og leikti móti B68.

Dysturin var hampuliga góðir, men B68 legði seg á odda í 27. min við einum málið av Dánial Hansen. Og beint fyri hálvleik, í 40. min, økti Øssur Hansen um leiðsluna til 2 – 0. Tá vóru vit bara 10 mans eina løtu, tí Jón var farin út við skaða. Í hálvleikssteðginum broytti Trúgvi liðuppstillingina til eina vanliga 4-4-2, og tað gav beinanvegin meira bit í álopið. Í 51. minutti minkaði Páll Klettskarð um munin til 2-1. KÍ liði kempaði og kundi, um væl var vorðið, gott fingið eitt mál afturat. Men B68 var sanniliga eisini vandamikið. Tá 75 minttir vóru leiktir fekk B68 mál, sum Kristian A. Andreasen setti í netið, og tá vit stutt eftir mistu Odmar, sum fekk reytt kort, ja so var dysturin taptir fyri okkara viðkomandi. KÍ spældi til tíðir heilt væl.
Tveir av teimum gomlu veteranunum, Marek og Fríðin gjørdu góðan mun. Frekasta detaljan higartil hjá 1. deild, var tunellin, sum Fríðin gjørdi inni í brotsteiginum hjá B68 ímóti dystarendanum!
Gott kempað dreingir. Koyr á KÍ.

Liðini


Mathias Samuelsen, Jón Jacobsen (42. Andrias Ellingsgaard), Eli Simonsen, Marek Wierzbicki, Kristian Andreasen (66. Fríðin Ziskason), Rudolf Eliasen, John Hammer, Páll Klettskarð, Stefan Kalsø, Odmar Á Lakjuni (81. reytt kort), Ásbjørn Tungá.
Á beinkinum: Heri Thorsteinson, Álvur Christiansen, Atli Jacobsen.

B68.
Gunnar á Steig, Alex Troleis, Arnbjørn Danielsen, Ovi Magnussen, Øssur Hansen (87. Andre Olsen) Kristian A. Andreasen, Rúni Nolsøe (45. Mortan Hansen), Jan Ingi Petersen, Danjal Hansen, Bogi Petersen, Jósup Hendriksen (Henning G. Joensen)
Á beinkinum: Petur M. Magnussen.

Harleywoodpaint