Eitt ungt og spennandi 1. deildarlið royndi seg ímóti SÍ ídag í Sørvági.
Í góðveðrinum var KÍ í Sørvági í dag. Hetta var fyrsti dysturin við Trúgva Mortensen sum venjara hjá 1. deild menn, og var úrslitið 2-0 (16.min, 44.min) til sørvingar. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki. Hitt fyrsta var eitt sindur óheppi, men tað seinra var ein grovur keðiligur feilur frá okkara síðu. Seinra hálvleik vóru vit longri frami á vøllunum og kundu, um vit høvdu verið hepnari fingið eitt ella tvey mál, men tað skuldi ikki vera. SÍ hevði eisini fleiri góðar málmøguleikar, tvey ella trý skot á steingina.
KÍ møtti upp við einum ungum liðið, 15 mans, tríggir vóru 16 og elsti var 24, so meðalaldurin var rættuliga lágur.
KÍ- Mathias Samuelsen, Rudolf Eliasen, Steffan Kalsø, Ári Samson, Sigmund Jacobsen, John Hammer (Andrias Ellingsgaard 65.min), Eli Simonsen, Kristian Á Lækjuni, Jon Jacobsen (Asbjørn Tungá 80. min), Álvur Christiansen, Páll Klettskarð. Á beinkinum Heri Thorsteinsson, Johan Joensen.
Onkrir samanstoytir vóru, so trýggir av okkara mátti á ís eina løtu, Sigmund, John og Steffan sum í seinasta minutti fekk eina grova takling inni í brotsteiginum hjá SÍ, og okkurt burdi verið dømt, men tað var ikki. Eingi kort vóru annars í dystinum.




