Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1. deildarliðið hjá VB/S er nú við aftur í landskappingini.

John William Joensen

Hetta hendi í kvøld, og tíðindini hava vit frá fótbóltsnevndarlimi Poul E Jacobsen, skrivar VB/Sumba á heimasiðuni

Heimasíðan hjá VB/Sumba skrivar at felagið hevur sagt sambandinum frá, at avgerðin um at tveita 1.deild hjá VB/Sumba úr landskappingini er tikin á skeivum grundarlagi, tí VB/S boðaði FSV frá, at tað bar teimum ikki til at koma norður til ásetta dystin, men at teir vildu koma, um so var at vágafelagið gekk við til at útseta dystin eina viku.
Hetta hevur FSF- kappingarnevndin nú tikið til eftirtektar og hevur boðað frá, at dysturin í 1. deild millum VB/S og SÍ skal leikast sum ásett leygardagin kl 14.45.

Bíðja verður tó enn eftir um Formuladeildin hjá VB/Sumba sleppur at halda fram í steypakappingini.