Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1. TF Stórkapping byrjar kl. 12 á Tórsbreyt

Ítróttur

Kl. 12 í dag verður startskotið til 1. TF Stórkapping á breyt. Umleið 70 íðkarar, úr Treysti, Bragdið, Hvirlan og Roysnið, fara at kappast í greinunum: spurti, miðteini, lopi og kasti. Íðkararnir hava meldað til í 222 startum og tekur tað umleið 3 tímar at avgreiða allar greinarnar í teimum ymisku aldursbólkunum.

Hetta er fyrsta umfar av trimum, sum øll verða fyriskipaði á Tórsbreyt. Íðkararnar fáa stig fyri hvørja kapping í hvørjum umfari tey luttaka í, og eftir seinasta umfar blíva so stigini fyri allar tríggjar kappingarnar løgd saman, og samlaða støðan í hvørjum aldurbólki verður uppgjørd.

Aldursbólkarnarir eru: 8-9 ár, 10-11 ár, 12-13 ár, 14-15 ár, 16-17 ár, 18-19 ár og 20 ár og eldri. Gentur og dreingir kappast hvør sær. Umframt hetta, so sleppa børn 5-7 ár, at royna seg í einari grein í hvørjum umfari.

Tað er Hvirlan, sum saman við FÍF, í fyriskipar fyrstu kappingina. 2. umfar verður 11. juni, tá Bragdið fyriskipar og seinasta umfar verður leygardagin 18. juni, og tá verður tað Treysti, sum ferð suður til Havnar at skipa fyri. 

Eftir loknar kappingar leygardagin 18. juni, skipar FÍF fyri sonevndum Afterparty fyri øllum íðkarum, venjarum og øðrum, og har verða so eisini heiðursmerkir handaði fyri samlaðu kappingina.

Spennandi verður at fylgja “gulu” íðkarunum úr Treysti, sum altíð roynast væl í kappingunum á breyt.