Sunnudagin vitjar EB/Streymur í Klaksvík. Seinast KÍ vann áfelagsliðinum var í 2003.
Tá vann KÍ 4-1, har Hjalgrím Elttør skoraði øll 4 málini.Uppstillingin hjá KÍ var hendan: Karstin Joensen, Jan Andreasen, AleksandarDjordjevic, Ove Nysted, Eyðun Klakstein, Harley Bertholdsen, Atli Danielsen,Jan Joensen, Jacob Bymar, Arnold Joensen og Hjalgrím Elttør. Á bonkinum: JohnWilliam Joensen, Allan Joensen, Símun Joensen og Erling Fles.
Síðani tá eru 11 dystir leiktir í Klaksvík uttan at KÍ hevurvunnið. Spennandi verður at síggja, um KÍ fær vent gongdini sunnudagin.




