Ein spreinging hevur verið á einum sentralum ferðafólkastaði í turkiska stórbýnum, Istanbul.
Ein spreinging hevur verið á einum sentralum ferðafólkastaði í turkiska stórbýnum, Istanbul.
Tað skrivar dr.dk á heimasíðu síni fyri løtu síðani.
Hetta hevur lopið hvøkk á fólkið har um leiðir, sjálvsagt. Staðið, har spreingingin hevur verið, kallast fyri Sultanahmet-staðið.
Turkiskir myndugleikar vátta, at 10 eru deyð og 15 fólk eru særd av spreingingini.
Tætt við gerningsstaðið, liggja tann bláa Moskan og tað býsantiska monumentið Hagia Sophia, sum er væl dámt millum ferðafólk.
Enn er ógreitt, hvør hevur staðið aftanfyri spreingingina.




