At møta til tíðina til arbeiðis er týdningarmikið á nærum øllum arbeiðsplássum. Hetta er kanska serliga týdningarmikið í einum skúla, har okkara uppmøting eisini hevur ávirkan á onnur. Vit hava sæð, at lutfalsliga nógvir næmingar koma ov seint í skúla um morgunin. Hetta er órógvandi fyri undirvísingina og ofta eisini ein keðilig uppliving fyri teir næmingar, sum koma ov seint.
Fyri at seta nøkur tøl á hetta, hevur skúlin skrásett tvær vikur í januar, hvussu nógvir av næmingunum koma ov seint á morgni. Her vísur tað seg, at uml. 10% av næmingunum koma ov seint hvønn morgun. Tv.s. uml. 75 næmingar hvønn morgun. Hetta er rættiliga nógv.
Skúlin heitir tí á foreldur um at lata børnini møta til tíðina um morgunin. Hetta vil verða til gagns fyri bæði einstaka næmingin og skúlan sum heild.
Kelda: Skúlatrod.fo




