Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

10-mannfør menn: Drekin Reyði vann aftur

Danial Viðoy

Kappróður á Jóansøku: Talan gjørdist um tættasta 10-mannafarsróðurin í ár. Drekin Reyði, Havnarbáturin og Klaksvíkingur kappaðust til seinasta dropa um fyrsta pláss.

Kappróður á Jóansøku: Talan gjørdist um tættasta 10-mannafarsróðurin í ár. Drekin Reyði, Havnarbáturin og Klaksvíkingur kappaðust til seinasta dropa um fyrsta pláss.

Allir fingu eina rimmar byrjan og løgdu frá við øði. Men so líðandi løgdu Havnarbáturin, Drekin Reyði og Klaksvíkingur seg frá hinum.

Hesir tríggir kappaðust dúgliga seinastu metrarnar á mál. Tað var tó eingin ivi, tá ið avgerast skuldi vinnarin av róðrinum. Men ilt var at síggja, hvør stakk av stað við øðrum plássi.

Men tað var Havnarbáturin, sum fekk annað pláss, ímeðan Klaksvíkingur mátti taka til takkar við einum triðja plássi.

Tíðir:

1 Drekin Reyði 04.43.00

2 Havnabáturin 04.43.05

3 Klaksvíkingur 04.43.11