Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

100 ár síðan Kjølbro lat upp egnan handil

John William Joensen

Kl. 16.00 Smæran – Finn Kjølbro hugleiðir um, at tað í ár eru 100 ár, síðani Kjølbro læt upp egnan handil á Biskupstøð. Finn Kjølbro hugleiðir um, at tað í ár eru 100 ár, síðani Kjølbro lat upp egnan handil á Biskupstøð Hósdagin 19. februar kl. 16.00 í Smæruni

Kl. 16.00 Smæran – Finn Kjølbro hugleiðir um, at tað í ár eru 100 ár, síðani Kjølbro læt upp egnan handil á Biskupstøð. Finn Kjølbro hugleiðir um, at tað í ár eru 100 ár, síðani Kjølbro lat upp egnan handil á Biskupstøð Hósdagin 19. februar kl. 16.00 í Smæruni

Við avtøkuni av einahandlinum í 1856, komu nógvir nýggir handlar víða um í Føroyum, eisini í Norðoyum. Norðuri í Vági helt stóri klaksvíkshandilin fram, men nú var tað danin Jørgen Bech, sum átti handilin. Skjótt, í 1858, fór Johan Ziska Joensen – hann sum velti Ziskatrøð og var sonur navnframa dannebrogsmannin, at handla á Biskupsstøð, – tey bæði fyrstu árini tó vegna Jørgin Bech – síðan fyri egna rokning. Handilin var har kappróðrarneystið er í dag. Á Stongunum fór Jóan Petur Olsen, ættaður úr Søldarfirði, at handla í 1862. Og í 1891 byrjaði Símun í Tunghúsinum handil sín fyri uttan Fornagarðar. Tá komið var inn í nýggju øldina, komu fleiri handlar aftrat. Fyrstur var O.F.Joensen, Óli í Skúla kallaður, sum byrjaði í Búðunum í 1904. Síðan varð tað Christoffer Ziska, ættaður úr Gerðum, sum byrjaði í 1909, í Vági. Meðan teir tríggir Jóan Petur, Símun og Óli høvdu verið handilssveinar í klaksvíkshandlinum áðrenn teir byrjaðu sjálvir, so hevði Christoffer verið í handlinum hjá Jóan Petur á Stongunum. Næsti maður, sum stovnaði handil, var Urbanus Joensen, eisini ættaður úr skúlanum, hann byrjaði í 1910 í Víkunum.

Men í 1909 fór enn ein ungur maður úr Gerðum, sum hevði verið handilssveinur í klaksvíkshandlinum, Jógvan Fr. Joensen, Jógvan har Yviri kallaður, undir handilsskap, tó fyrst sum filialbestýrari hjá klaksvíkshandlinum heima á Biskupsstøð, sum upprunaliga var handilin hjá Johan Ziska. Tá søgdu tey ”filial” um ein úthandil. Um somu tíð giftist Jógvan bóndadóttir á Biskupsstøð, bygdi sethús beint omanfyri úthandilin, bleiv síðan kallaður Jógvan á Biskupsstøð. Í 1912 samdist hann við teir úti í Klaksvík, at byggja ein lítlan handil uppí sethús síni, so úthandilin kundi flyta inn hagar, – gomlu handilshúsini frá Ziska`sa tíð vóru í ringum standi og fongd við rottu. Har helt hann so fram sum filialbestýrari til 1915. Tá segði hann upp avtaluna við klaksvíkshandilin og fór at handla fyri egna rokning, – t.v.s. í hesum døgum fyri júst 100 árum síðan.

Vit vita øll, at handilsskapur tá í tíðini var ikki bara at útvega og flýggja fólki vørur um diskin móti kontantum gjaldi, – kontantum peningi mundi vera lítið av. Nei, allir handlar keyptu føroyska framleiðslu, ullvørur og fisk, – í býti við vørur. Haraftrat fingu flestu handlar egnar bátar til útróður, og summir enntá skip til havfiskiskap. Longu í 1913 fingu Jógvan á Biskupsstøð og beiggi hansara Dávur skip sjálvir, Dávur var skipari, Jógvan reiðari. Við útróðrarfiski og skipsfiski bleiv nógv arbeiði við handilin, sum aftur gav umsetning. Tað bleiv byrjanin til eitt stórt handilsvirki, sum eini 15-20 ár seinni varð tað størsta í Føroyum. Samstundis sum hann byrjaði í 1915 fekk hann sær familjunavnið Kjølbro, og eftir tað bleiv hann bert kallaður Kjølbro.

Vit síggja soleiðis, at fleiri av teim fyrstu handilsmonnunum her norðanfyri, eisini onkur uttanfyri Klaksvík, fingu kunnleika til handilsskap í klaksvíkshandlinum. Av teim mundi Kjølbro verða tann best kendi, – ja kendur langt út um landoddarnar.