Sunnudagin vóru 100 ár liðin síðani Jóhann Simonsen, fyrrverandi løgtingsmaður, varð føddur.
Sunnudagin vóru 100 ár liðin síðani Jóhann Simonsen, fyrrverandi løgtingsmaður, varð føddur.
Jóhann var føddur í Tjørnuvík tann 19. februar 1917, men flutti tíðliga til Tvøroyrar, har hann vaks upp.
Sum ungur fór hann til sjós og var fiskimaður, bæði á nær- og fjarleiðum, stóran part av lívinum.
Í 1942 giftist hann til Klaksvíkar við Helenu og saman fingu tey 6 børn. Ninni, Guttorm, Oddny, Malan, Per og Onnu Mariu.
Í 1954 varð Jóhann stillaður upp til løgtingsvalið sum valevni fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoyggjum, og varð valdur inn á ting sum fyrsti maður, ið umboðaði flokkin í valdøminum. Hann sat á tingi til 1966 og aftur frá 1975 til 1979.
Umframt løgtingssessin hevði Jóhann Simonsen mong onnur álitisstørv. Serliga gjørdi hann vart við seg í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, har hann bæði var limur og formaður. Hann var eisini í Brunatryggingini og í nevndini fyri Tryggingarsambandið, limur í stjórnini fyri Føroya Keypssamtøku, í nevndin fyri P/F Blaðstarv, í skúlanenvdini í Klaksvík og í øðrum nevndum. Hann var eisini í mong ár limur í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins.
Jóhann var íðin talsmaður fyri at fáa sjúkrahúsini í Klaksvík og á Tvøroyri útbygd, og eisini stríddist hann fyri at fáa tveir yvirlæknar – ein medisinskan og ein skurðlækna, settar í starv á báðum sjúkrahúsunum.
Fáar dagar áðrenn hann doyði, var Jóhann saman við øðrum í Danmark, fyri at royna at greiða eina fløkju, sum hevði tikið seg upp í sambandi við at medisinskur yvirlækni skuldi setast í starv á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann kom heimaftur við einum úrsliti, sum hann ætlaði at leggja fram fyri stýrið fyri sjúkrahúsið, men tað náddi hann ongantíð. Jóhann andaðist 10. oktober 1980.
Á 100 ára degnum í gjár var nærmasta familjan savnað á kirkjugarðinum klokkan 13, og tey vóru saman gjøgnum dagin, har millum annað minningarorð um Jóhann vórðu lisin upp.




