Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

10.000 myndir í myndagoymsluni

Oliver Joensen

Jóannes Niclasen man vera ein tann kendasti klaksvíkingurin, ið hevur tikið og savnað myndir av lokalumhvørvinum og ikki minst av skipum og fiskaarbeiði. kl. 19.30 SmæranFramsýning av gomlum fotomyndum

Jóannes Niclasen man vera ein tann kendasti klaksvíkingurin, ið hevur tikið og savnað myndir av lokalumhvørvinum og ikki minst av skipum og fiskaarbeiði.

kl. 19.30 Smæran: Framsýning av gomlum fotomyndum

Á Torradøgunum fer Jóannes aftur at sýna fram ein lítlan part av myndasavni sínum. Myndaframsýningin hjá Jóannesi var á fyrsta sinni sýnd fram í Smæruni á Heygnum á Torrdøgunum í fjør. Jóannes sigur, at meginparturin av myndunum, sum hann fera at vísa í ár eru tær somu sum seinasta ár. Myndaframsýningin stóð so stutt uppi tá, at fleiri fyrispurningar hava síðani verið um nær framsýningin aftur verður at síggja, so nú er so aftur eitt høvi.

Tá eg spyrji Jóannes um hvat tað var, sum fekk hann av fyrsta sinni at byrja at hava myndatólið hjá sær, segði hann: Eg kom nógv í heimið hjá Palla Steinberg, (Palla hjá Ólakonu, sum vit kallaðu hann). Orsøkin var, at eg og Óli Steinberg vóru vinmenn. Í kjallaranum har, hevði Harry Steinberg eitt myrkakamar, har hann framkallaði egnar myndir.

Mær dámdi so ótrúliga væl har í kjallaranum, tí eg helt tað vera so spennandi sum Harry fekst við.

Tá eg so sum 19 ára gamalur skuldi við Karin K, og vit fóru á konvoy við útróðrarbátunum til Eysturgrønland, keypti eg mær eitt fototól áðrenn eg fór. Minnist meg rætt, so var tað Ullman Knudsen, ið seldi slík fototól tá. Hetta var eitt Agfa apparat. Ein knøttur var á afturlætna kassanum, við at trýsta á ein knøtt, legði tólið seg út sum ein harmonika og var klárt til nýtslu.

Við Karin K tók eg nógvar myndir. Tá eg var komin heim aftur, Tók Hans Poulsen, (Hans í Uppsølum) sær av at framkalla myndirnar. Hann fekst við slíkt tá. Hans helt myndirnar vera somikið áhugaverdar, at hann spurdi meg, um hann ikki kundi sleppa at framkalla og selja myndirnar, so skuldi eg fáa eina krónu afturfyri fyri hvørja mynd sum hann seldi.

Hetta gekk væl, myndirnar gingu sum heitt breyð. Eg minnist at fototólið, ella fotografiapparatið, sum vit søgdu tá, kostaði 150 krónur frá Ullman Knudsen, og tá avtornaði fekk eg fototólið afturgoldið burturúr úrtøkuni av søluni hjá Hans.

Síðani havi eg verið bitin av at taka myndir. Eg minnist at einaferð segði kona mín stop, tí hon helt at eg brúkti ov nógvar pengar til hetta ítrivið hjá mær. Tá steðgaði eg í nøkur ár, men tað eri eg eitt sindur keddur av ídag, tí í eitt langt áramál resta ídag myndir av børnunum.

Men seinni byrjaði eg so aftur at fáast við hetta ítrivið og ídag havi eg einar 10.000 myndir í savni mínum. Eg havi skanna allar myndir og brent alt á fløgu, soleiðis at tað ikki blívur burtur.

Nú eri eg nógv á internetinum við myndum mínum. Eg haldi at tað er sera stuttligt at leggja myndir út og fáa afturmeldingar frá fólki. Eg minnist at eg legði eina mynd út av nøkrum kvinnum sum sótu uttanfyri í Trøllagili, eg vitsti ikki hvørjar kvinnurnar vóru, men úr USA fekk eg viðmerkingar og nøvnini á øllum kvinnunum.

Jóannes hevur nógvar søgur at siga frá, hann sigur eisini, at hann hevur fingið nógvar myndir frá fólki har søgur hanga uppií, so hevur tú áhuga fyri tí sum farið er, so er at leita sær til framsýningina hjá Jóannesi Niclasen í Smæruni á Heygnum í Klaksvík, har er møguleiki at fáa kunning frá Jóannesi sjálvum og so sjálvandi eisini at síggja forvitnisligu myndirnar.

Myndaframsýningin er í Smæruni allar dagarnar í Torravikuni.