Tað hevur gingið sera væl við tunnilsarbeiðinum við Borðoyarvík. Mánakvøldið vóru vit 160 metrar inni í fjallinum við Leif Tore Tømmerås, formanni hjá NCC.
Tað var við spenningur, undran og ikki sørt av nostalgi, tá vit mánakvøldið fyri fyrstu ferð sluppu rættuliga inn í tunnilin við Borðoyarvík, saman við einum av formonnunum hjá NCC, Leif Tore Tømmerås.
Aðrenn farið var inn í holið, fekk eg hjálm á høvdið og neyva vegleiðing um hvussu eg skuldi bera meg at. Leif Tore Tømmerås segði, at sera stórur dentur varð lagdur trygdina og hóast eg hevði hjálm á høvdinum og refleks, so var hann einki glaður fyri at eg var í heldur myrkum klæðum.
160 metrar inn
Eg fyrislóg formanninum, at vit kundu fara við okkara bili, men hann tók ikki av og segði, at tað var ov vandamikið at fara inn við bili, ið hevði bensinmotor og tí fóru vit við einum dieselbili hjá NCC.
Fyrst varð steðgað frammanfyri sjálvt inntakið, soleiðis at eg kundi taka eina mynd av innkoyringini og av stóra útluftningstólinum, ið blæsur fríska luft inn til arbeiðisfólkið alla tíðina. Tað var ikki sørt løgið at standa har og síggja hamarin uppi á Horni beint omanfyri, at vit plagdu at spæla sum smádreingir. Lítið varð tá hugsað um, at ein einaferð skal fara undir hamrinum á Horni og um Lorvíksfjørð í Eysturoynna.
Effektivur borivognur
Klokkan mundi vera um fimm tá vit fóru inn í tunnilin og eg beit merki í, hvussu slættur veggurin var og eisini var koyribreytin sera sløtt og snøgg, tá hugsað verður um at her koyra sera tung arbeiðistól allan dagin.
Teir vóru ikki heilt liðnir at taka gera klárt fyri borivogninum at byrja aftur eftir seinastu spreinging, so vit fóru úr bilinum og bíðaðu eina løtu ímeðan gravkúgvin frammanfyri borivognin gjørdi klárt.
Endiliga fingu vit boð um at vit kundu fara úr bilinum og ganga steinasta strekkið fram til tunnilsveggin, sum mánakvøldið var 160 metrar inni í fjallinum.
Ímeðan vit standa har, kemur borivognurin fram ímóti og verður við laserstralum settur júst á rætta blettin, soleiðis at teldan í borivognum veit hvar hon er stødd og út frá teimum upplýsingum kann byrja at stýra sjálvum borunum.
Áhugavert var at síggja hvussu skjótt borivognurin arbeiðir, hóast hann ikki sær út til at vera serliga knappur.
Áðrenn vognurin koyrdi heilt inn, boraði hann nøkur hol inn í síðuveggin til boltar at hanga vatnleiðing og kablar í, sum skuldu brúkast við boringina og Leif Tore Tømmerås greiddi mær frá, at vognurin kundi lættliga bora bæði til síðurnar og upp undir loftið, samstundis sum størsta arbeiðismegin hjá vogninum sjálvsagt er at bora beint fram.
Føla seg fyri
Leif Tore Tømmerås greiddi mær frá, at arbeiðisgongdin er soleiðis tilrættarløgd, at fyrst vera fýra hol borað nøkunlunda í hvør sínum horni á tunnilinum einar 30 metrar inn. Hetta verður gjørt fyri at vita, hvat er frammanfyri.
Um eitt nú vatn kemur úr djúpu holunum, so er neyðugt at pumpa betong inn fyri at tetta áðrenn sprongt verður.
Tá hesi hol eru boraði og mett verður at trygt er at bora fyri spreinging, verður farið eini "salvu", sum teir kalla spreingingina.
Tað var ein slík "salvuboring" teir skuldu fara í holt við ímeðan vit vóru inni.
Borivognurin hevur tríggjar bummar við einum bori á hvørjum, og tað var skjótt at borivognurin neyvt hevði sett allar tríggjar borirnar fram ímóti vegginum og byrjaði at bora. Ein slík boring fyri eini salvu verður borað umleið fimm metrar inn og omanfyri 100 hol boraði. Tað vil siga at tilsamans verður borað einar 500 metrar og tað gongu skjótt, má sigast, tí roknað verður við at ein slík boring fyri eini salvu bert tekur um tríggjar tímar.
Turrur tunnil
Tá farið var undir Norðoyatunnilin okkara megin, varð roknað við nógvum vatni úr fjallinum. Men Leif Tore Tømmerås sigur, at higartil hava teir so at siga als ikki møtt vatni og tí er tunnilin í hvussu so er enn sera turrur og nosligur.
Á veg út aftur undirstrikar Leif Tore Tømmerås, at boringin higartil hevur gingið sera væl Borðoyarmegin.
Vit eru komnir um 160 metrar inn í fjallið nú eftir at full megi hevur verið á boringunum í tríggjar vikur, so tað má sigast at vera sera gott.
Uppá fyrispurning okkara um tilfarið í fjallinum, sigur Leif Tore Tømmerås, formaður hjá NCC, at tilfarið hevur verið hampuliga gott. Tað hevur gingið so mikið gott hjá okkum, at vit eru frammanfyri tíðarætlanina, men, undirstrikar hann, tað er langt eftir enn og sjálvandi kann nógv henda, men tann tíðin, sum er góð, er ikki ring.
Eftir eina sera áhugaverda uppliving inni í Norðoyatunnlinum 160 metrar inni í fjallinum, fór eg aftur til hús og um 8-9 tíðina ristist uppi á Vágsheygnum tá salvan varð latin av, so tað gingu bert einir 3-4 tímar frá tí at byrjað varð at bora tey 100 fimm metrar longu holini, og til sprongt varð.




