Fiskivinnu nýskipanin gevur stórt vald til landstýrismannin í fiskivinnumálum. Heilar 105 ferðir stendur at …landstýrismaðurin ásettur við kunngerð….. Í veruleikanum fær landstýrismaðurin sera stórt vald verður nýskipannaruppskotið samtykt
Fiskivinnu nýskipanin gevur stórt vald til landstýrismannin í fiskivinnumálum. Heilar 105 ferðir stendur at …landstýrismaðurin ásettur við kunngerð….. Í veruleikanum fær landstýrismaðurin sera stórt vald verður nýskipannaruppskotið samtykt
Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð toskajavnvirði fyri hvørt fiskaslag fyri eitt ár í senn.
Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um, hvussu stórur partur av nýggjumrættindum verður selt sum langtíðarrættindi, miðallong rættindi og stutttíðarrættindi við atliti at nøgd og møguleikanum fyri framhaldandi at gagnnýta rættindini.
Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um, hvussu rættindini verða lutaði út, tá samlaða nøgdin verður mett at vera ov lítil, ella tað eróskynsom gagnnýtsla atbjóð út á uppboð sambært §§ 10 og 11.
Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um, hvussu uppboð fer fram, herundir hvørji botnfiskasløg verða seld, um kvotan verður seld í einum ella um hon verður seld so líðandi í serium, um kvotan verður boðin øllum,bólkum av fiskiførumellabólkum av fiskiførum í senn, ella til ávís øki í landinum undir serligum treytum um heimstað felagsins, landing, virking, manning e.t., hvar keyptu kvoturnar kunnu veiðast, um rættindi verða boðin út at fiska við ávísum reiðskapi, um umrokning frá kvotu til fiskidagar, hvørjum treytum sølan fer fram undir og um gjaldstreytir. Keyparin ber sølukostnaðin.
Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur fyri góðkenning frammanundan av keypara og tíðarfreist fyri at lata inn upplýsingar fyri at fáa góðkenning frammanundan.




