Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

11 ára gamal fløskupostur funnin

Oliver Joensen

Á Føroya Sjómannadegi, sendið Maria B Nielsen á Garðavegi í Klaksvík, ein fløskupost. Maria var tá bert 11 ára gomul.

Posturin hjá Mariu, sum hon tveitti út í Kalsoyarfjørð 17, august í 2007, hevði mong ár um at blíva funnin. Men á sumri í 2016 finnur normaðurin Walle Thornes fløskupostin. Í 2016 sendir hann bræv til Norðoya Sparikassa, sum var høvuðssponsor til Føroya Sjómannadag tað árið.

Walle Thornes skrivar:

Hesin postur er funnin uttan fyri Bergen í Noregi á sumri í 2016. ( Keddur av at tað tók mær so langa tíð at senda aftur til tín).

Takk fyri vakra bræið, tað var dagur í viku, gjørdi mær lukku.

Vóni at eydnan má røkka aftur til tín Maria, nógv klemm her úr Noregi

Heilsan familjan Walle Thornes.

Norðoya Sparikassi var á Norðlýsinum við brævinum í vikuni, sum fór, so sigast má, at brævið hevur havt drúgva ferð um túrarnar, bæði til Noregs og aftur til Mariu, ið hevur fingið gamla fløskupostin aftur frá okkum. – Ein fløskupostiur, ið er verdur at goyma til minnis um ein Sjómannadag fyri mongum árum síðani.

Fløskupostarnir vóru vanliga kastaðir í havið eftir fiskikappingina á Kósabrúnni.

Føroya Sjómannadagu hevur steðgað útblakingini av fløskupostum. Orsøkin til tað er, at tað verður ikki hildið forsvarligt at blaka plast í havið.