7 lið kappast í løtuni um 2.-4. pláss í deildini og til tað stríðið verða fleiri týðandi dystir um vikuskiftið.
7 lið kappast í løtuni um 2.-4. pláss í deildini og til taðstríðið verða fleiri týðandi dystir um vikuskiftið.
HB má metast fyribils at vera farið í toppinum og tí stendurkappingin í løtuni um Europa League plássini, ið eru frá nummar 2 til nummar 4,tó at nummar 4 ikki er tryggjaður nakað pláss, tí tað velst um, hvarsteypavinnarin endar í landskappingini.
ÍF-EB/Streymur X
Talan er um dyst um 2. plássið fríggjakvøldið, har vinnariní øllum førum leggur seg á næstfremsta plássið til dystirnar sunnudagin.Dystirnir millum hesi bæði liðini eru oftast sera tættir. ÍF hevur fingið einafína byrjan uppá kappingarárið, tá hugsað verður um hóp og hvat fólk annarsvæntaðu av ÍF undan kappingini. Hjá meistarunum hava vit sæð tekin um stóraframgongd seinastu tíðina, har liðið er komið burturúr botninum og longu núkann leggja seg á næstfremsta plássið. Tað verður tó trupult væntar Norðlýsið,tí sum skilst verður Levi Hanssen ikki við og frammanundan situr Arnbjørn Hanseneisini uttanfyri. Tað er upplagt at vænta ein javnleik her.
TB-07Vestur 1
Ein var jaliga bilsin av TB liðinum við Stórá móti KÍ. Liðiðhongur væl saman og leikararnir stríðast væl saman sum ein eind. Útlendingarnirá liðinum lyfta liðið og heimaborgin viðStórá vænta vit fer – eins og Norðlýsið væntaði undan kappingini – at bjargaliðinum frá niðurflyting. Hjá 07Vestur er trýst á undan hesum dystinum. 4 stigeru upp til TB og tí vil eitt tap her merkja, at vágamenn missa sambandið viðovaru liðini. Vit síggja TB sum eitt sterkari lið, og fara teir at hevna 4-1tapið í Sørvági fyrr í ár.
HB-AB 1
HB sólar sær á toppinum og hevur heili 7 stig at geva út av.Hóast týdningarmikli Jóhan Troest Davidsen hevur leikbann, so fær breiði HBhópurin ikki trupulleikar av hesum. AB liðinum tørvar dygd og nú manglaleikararnir nokk eisini sjálvsálit, nú liðið ongan sigur hevur fingið enn ílandskappingini. Vitandi um at 07Vestur hevur megnað 0-0 javnleik í Gundadali íár, so vænta vit ikki, at AB ger nakað við HB liðið. Tryggur sigur til HB.
Víkingur-B36 X
Víkingur fær bara stig á heimavølli og tað er eintrupulleiki á stigatalvuni, um teir ætla sær í toppin. Júst sum Norðlýsiðroknaði við áðrenn kappingina, so hevur liðið ikki nóg nógvan kvalitet íhópinum til at kappast um nakað meistaraheitið. Men seinastu tíðina hevur liðiðundir avrikað, tí so vánaligir eru teir heldur ikki, og tað skal rættast uppá áheimavølli móti B36, ið liggur beint aftanfyri á stigatalvuni. B36 hevur víst mótiHB, at liðið helst er betri enn stigatalvan vísir. Men tað er óheppið, atLukasz Cieslewicz ikki er heilt klárur enn vegna skaða. Eisini situr MartinPedersen uttanfyri við leikbanni. Vit síggja fyri okkum ein tættan dyst ogtveir venjarar, ið leggja stóra orku í taktiska økið. B36 eru serfrøðingar í atspæla javnleikir og her er ein slíkur rættuliga upplagdur.
KÍ-NSÍ 1
Hjá KÍ hómast ein lítil kreppa, tí liðið hevur einans vunniðein dyst av seinastu seks landskappingardystunum. Fleiri av avrikunum seinastu tíðinahava eisini verið undir tað, sum liðið kann avrika. Hinvegin gongur rætta veginhjá NSÍ eftir eina annars vánaliga byrjan. Runavíkingar kunnu við sigri faraframum KÍ. Dystirnir millum hesi bæði liðini seinastu árini hava verið merkirav nógvum málum og úrslitum, har KÍ sum oftast hevur staðið eftir sum vinnari.Heimavøllurin og sálarliga yvirtakið ger, at vit vænta, at stigini vera verandií Klaksvík, hóast form kurvan hjá báðum liðunum bendur á nakað annað.




