Metingar: At Víkingur spardi fleiri leikarar hóskvøldið kann fara at vísa seg at vera skilagott í longdini.
Metingar: At Víkingur spardi fleiri leikarar hóskvøldið kann fara at vísa seg at vera skilagott í longdini.
Niðanfyri verður mett um 11. umfar í Effodeildini, sum verður spælt mánadagin.
AB-TB
Hesir botndystirnir hava sjáldan havt stórt undirhaldsvirði higartil í ár. Liðini tykjast dáma betri at spæla móti ovaru liðunum enn móti innanhýsis kappingarneytum í botnstríðnum. Undan dystinum er størri trýst á AB, sum ongan dyst hevur vunnið og sum er á heimavølli. AB hevur ongan heimadyst vunnið og TB hevur ongan útidyst vunnið, so tað er lætt at seta á javnleikin eins og flestu av hesum dystunum hava endað higartil í ár. Tipping: X (0-0)
B36-B68
B36 er oddalið og hevur verið trýst til at spælt við onkrum ungum óroyndum leikarum síðstu tíðina. Sum skilst eru fleiri leikarar uttanfyri aftur hesaferð og har ímillum Lukasz Cieslewicz. Enn vita vit ikki, hvussu liðið koyrir uttan hann, men í fjør kláraði liðið seg væl í teimum dystunum, har hann hevði leikbann. B68 stóð seinast fyri einum av mest óvæntaðu úrslitunum higartil í ár, tá liðið fekk javnleik móti Víkingi. Tað var nokk eisini rætta løtan at møta Víkingi, sum ikki spældi við fullari styrki. B68 hevur fyrr í ár verið nær við eini lítlari sensatión í Gundadali og kanska er tann møguleikin eisini til staðar hesaferð, men sum útgangsstøðið er B36 størsti favoritturin hetta umfarið. Tipping: 1 (2-0)
NSÍ-Skála
Grannauppgerðin fyrr í ár á sama plássi hevði ikki so stórt undirhaldsvirði, tí NSÍ var ov sterkt. Men síðani tá hevur Skála tikið seg fram og útfrá leikgongd og málmøguleikum, so átti Skála at fingið minst eitt stig og helst øll trý móti KÍ seinast. Men sum typiskt er fyri eitt slíkt uppflytaralið, so manglar ofta tað síðsta fyri at avgera dystir til egnan fyrimun. Í Runavík kemur tað næstan ikki fyri, at nakað lið í niðaru hálvu av stigatalvuni ger nakað við NSÍ og soleiðis verður neyvan heldur hesaferð, tí stigini vera helst øll eftir í Runavík. Men spennandi verður at síggja, um Skála kann geva mótstøðu og staðfesta sína framgongd. Tipping: 1 (3-1)
Víkingur-ÍF
Tað kann væl hugsast, at tað í longdini fer at vera gott fyri Sámal Erik Hentze og Víking, at hann hvíldi fleiri leikarar á Svangaskarði. Hygg eftir hinum liðunum í tøttu skránni seinastu vikurnar. Var tað nú tað vert, at spæla við sterkastu uppstilling hóskvøldið? B36 hevur seinastu vikurnar mist m.a. Høgna Madsen, Hørð Askham og Lukasz Cieslewicz, HB hevur mist m.a. Rók av Fløtum Jespersen, Pál M. Joensen og Ára M. Jónsson, NSÍ hevur fleiri leikarar uttanfyri og KÍ misti Súna Olsen seinast. Meðan Víkingur kanska tekur ein stóran kjans við at geva fleiri leikarum hvíld og kanska kostaði tað tvey stig, men lønin er, at Víkingur ístaðin er komið ígjøgnum dystirnar higartil nærum uttan skaðar og er væl brynjað til komandi dystirnar. ÍF tapti seinast, men avrikið var sum skilst á einari leið. Tað verður tó alt annað enn lætt í grannauppgerðini, tí úthvíldu Víkingarnir eru helst sera uppsettir uppá at vinna eftir vónbrotið á Svangaskarði. Tipping: 1 (2-1)
KÍ-HB
Størsti dysturin hetta umfarið er í Klaksvík millum arvafíggindarnar, sum báðir í løtuni eru partur av oddastríðnum. Tað eru bæði liðini eisini eftir hendan dystin og uppá tann mátan hevur dysturin ikki so nógv at siga. Men sálarliga hevur tað uttan iva stóran týdning at vinna slíkan stórdyst. Bæði liðini eru skerd, har KÍ manglar nakrar av størstu profilunum á liðnum, meðan HB í mongd manglar fleiri, men flestu av størstu profilunum eru tøkir. Bæði liðini hava spælt nógvar dystir seinastu tíðina og bæði merktu tað helst eisini væl seinast, tá avrikini ikki vóru so sannførandi. HB setur seg altíð 10-15 prosent eyka upp til dystirnar í Klaksvík, og tað plagar KÍ sum oftast eisini at gera, tá HB vitjar. Spurningurin er bara, um tætta skráin seinastu dagarnar forðar fyri, at leikferðin verður so høg sum hon plagar í hesum dystum. Klaksvíkingar hava seinastu tvey árini fingið betri tak á HB á heimavølli. Skaðastøða og støða á stigatalvuni plagar ikki altíð at hava so stóran týdning, tá hesi bæði liðini møtast, so helst verður talan um ein sera tættan og spennandi dyst, ið kann fara báðir vegir. Eisini áhugavert at síggja tveir so ymiskar spælistílar møtast, um tey halda fast í tí, sum tey hava spælt. Tá merkir tað, at HB hevur bóltin nógv, men har KÍ kanska kann vísa seg at vera minst líka vandamikið við sínum skjótu álopum, ið ofta kasta nógvar mál møguleikar av sær. Tipping: X (1-1)




