Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

110 ár síðani floksbýtið

Helgi Abrahamsen

Í dag eru liðin 110 ár síðani 13 av teimum 22 tingmonnunum, sum tá vóru í løgtinginum, boðaðu frá í eini lýsing í Dimmalætting, at teir høvdu skipað seg í ein politiskan flokk á tingi.

Í dag eru liðin 110 ár síðani 13 av teimum 22 tingmonnunum, sum tá vóru í løgtinginum, boðaðu frá í eini lýsing í Dimmalætting, at teir høvdu skipað seg í ein politiskan flokk á tingi. Flokkurin kallaðist ”Sambandsmenn”.

Fríðrikur Petersen, próstur, varð valdur til formann í tí nýstovnaða flokkinum, og tað var eisini hann, sum orðaði uppskotið til stevnuskrá.

Seinni varð Sjálvstýrisflokkurin stovnaður, men hóast formliga stovnanin av honum ikki var fyrr enn nøkur ár seinni, so verður vanliga sagt, at báðir flokkarnir virkaðu frá 1906.

Áðrenn floksbýtið vórðu summir tingmenn kallaðir vinstramenn (liberalir) og aðrir høgramenn (konservativir), men av tí at fyrstu flokkarnir vórðu stovnaðir út frá uppbýtinum samband – sjálvstýri, vóru tingmenn innanfyri hesar flokkarnar ikki altíð so samdir um vinstra – høgra spurningin.

Nevnast kann, at Sambandsflokkurin hevði tvey umboð í danska tinginum – ein landstingsmann (Fríðrik Petersen), sum var limur í Høgraflokkinum og ein fólkatingsmann (Oliver Effersøe), sum var limur í Vinstraflokkinum. Jóannes Patursson, sum var ein av stovnarunum av Sjálvstýrisflokkinum hevði frammanundan verið limur í Vinstraflokkinum á fólkatingi.