Tað hevur gingið stak væl við arbeiðinum í Viðareiðistunlinum. Herman Dan Lindberg verkætlanarleiðari hjá landsverk sigur at hann er væl nøgdur við gongdina higartil. Boraðir eru longu nú 1161 metrar, boraðir verða einir 70-75 metrar um vikuna.
Á leiðini ígjøgnum fjøllini hava vit ikki møtt stórvegis trupulleikum, onkuntíð hevur verið eitt sindur bleytt, men nú er gott grót. Tað sum vit hava møtt hevur ikki verið meira enn roknað var við.
Til stuttleika kann eg kanska nevna, at vit heldur ikki hava møtt so nógvum vøkrum steinum her, sum onkuntíð, leggur Herman Dan Lindberg afturat.
Sambart heimasíðuni hjá Landsverk, so verður roknað við at tunnilin skal vera liðugur í fyrsta ársfjórðingi í 2017. Taka vit tølini og gongdina higartil, so kann kanska roknast við, at komið verður ígjøgnum fjøllini norðanfyri til Sjómannadagin í august mánaða. Men tá er sjálvandi nógv arbeiði eftir, ið skal gerast.




