Tað vera óvanliga nógvir áskoðarar hjá útiliðnum á Svangaskarði í annaðkvøld, tá KÍ fær vitjan av Luzern í avgerandi Europa League dystinum.
Í síðstu viku ljóðaði, at væntandi blivu eini 60 Luzern viðhaldsfólk í Føroyum til seinna Europa League dystin móti KÍ. Um tað er úrslitið frá fyrra dystinum, ið hevur spælt inn, skal vera ósagt, men nú skrivar heimasíðan luzernerzeitung.ch, at 120 Luzern viðhaldsfólk væntast á Svangaskarði í morgin. Hetta er óvanliga nógv í mun til, hvat vit eru von við, tá føroysk lið spæla Europa dystir. Fyrri dysturin endaði 1-0 til Luzern, sum skoraði í 93. minutti.
Dysturin á Svangaskarði byrjar kl. 18.00.



