Hóast summi lið hava verið eitt sindur ónøgd, so verður 13. umfar spælt sunnudagin sum FSF frammanundan hevur ásett.
In.fo skrivaði í síðstu viku, at m.a. NSÍ royndi at fáa dystin fluttan, tí Árni Frederiksberg skuldi giftast dagin fyri. Meðan tað eisini hevur verið tosað um, at summir leikarar á øðrum liðum vera burturstaddir, nú eitt umfar er lagt vegna landsdyst, har tað annars skuldi vera frí vikuskiftið. Men nú er greitt, at 13. umfar verður sunnudagin 29. mai. Um nakar dystur skal flytast, so mugu feløgini semjast um tað áðrenn týskvøldið, men sum skilst liggur í kortunum, at allir fimm dystirnir vera spældir sunnudagin.
Dystir í 13. umfarinum eru:
B36-Skála
B68-TB
AB-ÍF
Víkingur-HB
KÍ-NSÍ




