Kvinnurnar í Inner Weel, hava skipa fyri sjálvbodnar binding av klútateppum. Nú verða 15 teppi send til gøtubørnini í Calcutta.
Kvinnurnar í Inner Weel, hava skipa fyri sjálvbodnar binding av klútateppum. Nú verða 15 teppi send til gøtubørnini í Calcutta.
Í bíðirúminum á læknamiðstøðini í Klaksvík, hava kvinnur og menn, sum duga at binda, havt møguleikan at stytt sær um stundir, við at kasta uppá stokkarnar.
Skipa hevur verið fyri, at tógvrestir og stokkar hava ligið í eini kurv í bíðirúminum, og tey eru fleiri, sum hava brúkt hendan møguleikan. Heili 1320 puntar eru bundnir liðnir har hesa tíðina kurvarnar við ellubitunum hevur staði í bíðirúminum í gott eitt ár.
Fyri viku síðani, settu kvinnur seg saman í eldrahølunum í Smæruni at seyma puntarnar saman til teppi.
Bjørg Fjalsbak, ið er ein av samskiparunum av tiltakinum sigur, at tað hevur rigga stak væl at brúka hølini í Smæruni, tí har komu fleiri kvinnur afturat okkum at hjálpa til at seyma bundnu puntarnar saman.
Burturúr teim 1320 puntunum fingu vit 15 góð teppi. Tey verða send við Posta til Danmarkar, har eisini teppi og annað úr Danmark verður miðsavnað, aðrenn alt verður sent hagani til Calcutta.
Posta ger hetta arbeiðið ókeypis fyri okkum, og tað eru vit ógvuliga fegin um.
Tað eru bert børnini, ið búgva á gøtunum í stórbýnum, ið fáa teppini til gávuðs, vanliga halda teppini til umleið 5 ára nýtslu hjá teimum.
Bjørg Fjalsbak sigur, at áhugin fyri at binda puntar til teppi hevur verið stórur. Tað er eisini komið fyri at onkur hevur hongt ein beriposa við pundum á úthurðalásið hjá mær, og onkur er eisini komin við heilum samanseymaðum teppi.
Hesi 15 teppini fara avstað í vikuni.




