Dennis var limur í Jehova Vitni, og vildi sambart trúgv síni ikki taka ímóti blóði. Dómstólur noktaði at geva læknum loyvi til at nýta vald í viðgerini av dronginum, tí drongurin var búgvin til at taka avgerð.
(AP) Fáar tímar eftir at ein dómari hevði avgjørt at 14 ára gamli Jehova Vitni, sum var sjúkur av Krabbameini, hevði fullan rætt til at nokta fyri at móttaka blóð sum kundi hjálp honum, doyði hann.
Dennis Lindberg doyði mikukvøldið á barnasjúkrhúsinum seint mikukvøldið, skrivar Seattle Post-Intelligencer, sambart pápanum.
Ein talsmaður fyri sjúkrahúsið segði at hon kundi ikki úttala seg um málið eftir umbøn frá mostir dreingjinum sum var hansara lóggildiði verji.
Fyrr um dagin hevði rætturin í Sagit County nokta eini umbøn frá myndugleikunum um at noyða dreingin at taka ímóti blóði.
Dómarin segði at drongurin var vaksin nokk til at skilja at "hann sjálvur gav sær eina deyðadóm!"
– Eg havi onga orðsøk til at halda at avgerðin hjá Dennis er eitt úrslit av tvang. Drongurin er búgvin og skilur fylgirnar av avgerð síni, segði dómarin m.a.
– Eg haldi heldur ikki at Dennis roynir at gera sjálvmorð. Hetta er heldur ikki nakað sum Dennis hevur funni uppá bráddliga, tí hann trýr fult og fast, at um hann far blóð frá øðrum so verður hann óreinur ella óverdigur
– Hetta hóast læknarnir annars góðu Dennis 70% møguleikar fyri at yvirlivað tey næstu fimm árini við at fáa nýtt blóð og aðra viðgerð, segði dómarin.
Biologisku foreldrini hjá dreinginum vóru hjástødd í rættinum og tey vildu hava dómaran at geva læknunum loyvi at nýta vald í viðgerðini.
Tey søgdu at dreingurin hevði verið undir stórari ávirkan av mostrini sum hevði foreldrarættin til dreingin tí hon var eisini limur í Jehova Vitnum.
Mostirn vil ikki tosað við fjølmiðlarnar um málið.
Pápin vildi tó ikki kæra dómin til hægsarætt tí læknarnir greiddu frá at drongurin hevði verið uttan vit í næstan eina viku og tí var roknað við at hann eisini var heilaskaddur.




