Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1/4 finala hjá kvinnum í kvøld

Ítróttur

 Eitt skert KÍ lið tekur í kvøld ímóti HB í kvartfinaluni í steypakappingini.

Liðini leiktu sunnudagin í Gundadali, har KÍ vann 2-1. Men í mun til tann dystin, so er KÍ liðið ógvuliga skert í kvøld, tí tveir landsliðs profilar vera ikki við. Málverjin Randi Wardum og toppskjúttin í føroyskum topp  fótbólti Rannvá B. Andreasen vera ikki við. Tann fyrra vegna hondbóltsfinalu og tann seinna vegna leikbann.

Hinvegin hevur HB styrkt sítt lið undan dystinum við at hava fingið málverjan Ninu Davidsen frá Víkingi. Tískil er lagt upp til ein sera spennandi dyst í kvøld, har trupult er at peika á nakran favoritt.

Dysturin byrjar kl. 18.30 í Klaksvík.

Harleywoodpaint