Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

15-17 sáttmálaleikarar verða kanska ikki tøkir hjá KÍ móti HB

Jákup Ósá

Til dagsins dyst vóru 12 sáttmálarleikarar ikki á dómaralistanum, tí teir ikki kundu spæla og nakrir løgdust afturat eftir dagsins dyst.

Í dagsins dysti komu trý leikbann (Cedric Yambere, Ahmed Latif og Jákup N. Vilhelmsen), meðan ein leikari (René S. Joensen) fekk ein skaða og mátti skiftast út. Afturat hesum kom Albert Ejupi ikki á vøllin og tað bendur á, at hann heldur ikki er klárur at spæla dyst enn, hóast hann var á dómaraseðlanum.

Dysturin móti HB verður altavgerandi hjá KÍ, tí undan dystinum er HB eins og Víkingur seks stig frammanfyri KÍ. Tí er KÍ við tapi endaliga úti av FM-stríðnum, meðan KÍ varðveitir eina vón við sigri.

KÍ kann sostatt koma at mangla hesar móti HB:

Cedric Yambere (leikbann)

Ahmed Latif (leikbann)

Jákup N. Vilhelmsen (leikbann)

René S. Joensen

Odmar Færø

Símin Kalsø

Heini Vatnsdal

Børge Petersen

Patrick Da Silva

Jákup B. Andreasen

Hallur Hansson

Mads Bo Mikkelsen

Óli Ey. Poulsen

Jonn Johannessen

Jóhan Josephsen

Alexander Berntsson

Albert Ejupi

Hetta er listin við teimum, sum ikki vóru tøkir í dag umframt teimum, sum antin fingu leikbann ella skaða í dag. Tað gevur 17 leikarar tilsamans, Av hesum er støðan tó ógreið hjá fleiri. M.a. vit vita ikki, um skaðin hjá René, ið hann fekk í dag, er so álvarsamur, at hann ikki fær spælt um eina viku. Og tá KÍ manglar so nógvar leikarar, so kann blíva neyðugt at t.d. brúka svensku leikararnar frá byrjan, hóast teir ikki hava spælt nakran dyst yvirhøvur í meir enn hálvt ár og neyvan høvdu spælt undir vanligum umstøðum.