Eg havi verið við á onkran hátt øll FM heitini hjá Mjølnir. Og tað er 14 FM heitir, segði Marjun Kalsø eftir dagsins finalu hjá kvinnunum.
KVF hevði prát við hevaran og venjaran hjá Mjølnir eftir dagsins finalu.
– Eg havi verið við á onkran hátt øll FM heitini hjá Mjølnir. Og tað eru 14 FM heitir. Tað var stuttligt at spæla í dag, tí tað var javnt og spennandi. Tað var eisini gott, at vit vunnu í dag, tí eg ivist í, um vit høvdu havt neyðugu orkuna til ein líka krevjandi dyst í morgin, segði Marjun Kalsø eftir dystin.




