Av topp 4 liðunum hevur KÍ á pappírinum truplasta dystin hetta komandi umfarið.
Komandi vikuskiftið fer Effodeildini í gongd aftur. Í løtuni stríðast trý lið um FM og so vil tíðin vísa, um onnur eisini kunnu blanda seg seinni. Av teimum trimum liðunum, ið kappast um FM, so hevur KÍ truplasta dystin hetta umfarið. KÍ møtir TB/FC Suðuroy/Royn, sum liggur á 5. plássi og er við í kappingini um seinasta Europa League plássið, meðan Víkingur og NSÍ møta teimum báðum liðunum undir niðurflytingarstrikuni. Niðanfyri verður mett um komandi umfar.
Víkingur-ÍF
Víkingur hevur undan summarsteðgin og í Champions League staðfest, at liðið er sera væl fyri og í løtuni mest upplagda boðið uppá ein komandi FM vinnara. Víkingur hevur onga summarfrí havt og tað eigur at hava stórar fyrimunir við sær komandi dystirnar, har ÍF ongan týðandi dyst hevur spælt í fleiri vikur. Einasta forðing fyri einum greiðum heimasigri er, um tað er ov tætt millum dystirnar fyri Víkingar, nú bara tríggir dagar eru síðani Champions League dystin. Men Víkingar eiga at vera sera uppsettir uppá at koma á vinnarasporið beinanvegin aftur eftir tapið móti íslendsku meistarunum. Verður Víkinga liðið væl fyri, so verður talan um stórsigur, og so er spurningurin, hvussu høgt upp vit skulu fara. Kanska er ÍF við styrki frá fleiri leikarum í summar eitt vet sterkari, men tað verður ikki í Sarpugerði, nú 23 stig skilja liðini, at botnliðið fær stig. Tipping: 1 (4-0)
07 Vestur-NSÍ
07 Vestur hevur bara vunnið ein heimadyst í ár, sum var móti botnliðnum ÍF. Hesaferð eru Martin Tausen og Asbjørn Heðinsson uttanfyri við leikbanni, og tað hjálpir ikki. Liðini hava spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum, og NSÍ hevur báðar ferðir vunnið 4-0. Tað kundi verið freistandi at sett sama úrslit á, men møguliga verður munurin minni, tí 07 Vestur er á heimavølli og hevur harðliga brúk fyri stigum. Men NSÍ kemur at stríðast í toppstríðnum komandi vikurnar og alt annað enn ein útisigur her kemur óvæntað á. Tipping: 2 (1-3)
EB/Streymur-HB
Fyrr í ár vann EB/Streymur á heimavølli móti HB. Tað var eitt av størstu vónbrotunum hjá HB í ár og kanska besti sigurin hjá EB/Streymi í ár. Í síðstu viku sá EB/Streymur ikki út til at vera væl fyri í venjingardystinum móti KÍ, men talan var um venjingardyst, har nógvir leikarar manglaðu, so tað skal takast við stórum fyrivarni. HB hevur kanska funnið eina betri liðsamanseting nú enn í fyrru hálvu, og tí hava vit HB sum favoritt við Margáir, hóast tað hjá flestu liðunum er trupult at spæla har. Tipping: 2 (0-2)
B36-Skála
B36 vann tveir teir seinastu dystirnar undan summarsteðginum og við trimum heimadystum á rað móti liðum í lægra endanum á stigatalvuni, so kann B36 fáa eina langa sigursrøð nú. Skal B36 spæla seg inn í FM stríðið, so kann liðið ikki seta nógv stig til eftir summarsteðgin. Skála er eitt lið, sum ikki skal avskrivast í slíkum dystum. M.a. vann Skála í Gundadali móti HB. Men tað er ikki vanligt, at Skála vinnur í Gundadali, og B36 ætlar sær at fáa betri úrslit eftir summarsteðgin. Skála fekk í fjør eina sera vánaliga byrjan eftir summarsteðgin og tað hevur liðið ikki ráð til í ár. Tí eftir hendan dystin eru tríggir lykladystir móti liðum frá niðaru hálvu av stigatalvuni. Hendan dystin er tó ikki trýst á fyri at fáa stig, tí B36 fer neyvan at missa nógv stig afturat í Gundadali í ár. Tipping: 1 (3-1)
KÍ-TB/FC Suðuroy/Royn
Hetta er á pappírinum størsti dysturin hetta umfarið. Nummar 2 við 29 stigum móti nummar 5 við 20 stigum. Fyrr í ár spældu liðini ein javnan og spennandi dyst í Trongisvági, har KÍ vann 2-1. KÍ hevur sama hóp sum undan summarsteðginum, men við fleiri skaðum, meðan TB/FC Suðuroy/Royn hevur styrkt um sín hóp við fleiri leikarum. KÍ er á heimavølli og favorittur, men helst verður lítil málmunur á liðunum, tí KÍ hevur ongan stórsigur vunnið á heimavølli í ár. Vit kenna tó ikki styrkina á øllum teimum nýggju TB/FC Suðuroy/Royn leikarunum. Eru teir heilt góðir, so kann talan blíva um heilt spennandi dyst. Tipping: 1 (2-0)




