Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

150 sløkkiliðsfólk í Sarpugerði

Helgi Abrahamsen

Komandi leygardag verða sløkkiliðsfólk og brandbilar úr øllum landinum at síggja í Sarpugerði í Norðragøtu í samband við árligu tilbúgvingardagarnar fyri sløkkiliðsfólk og -leiðarar. Sløkkiliðið í Eysturkommunu og Fuglafjarðar Sløkkilið skipa fyri døgunum, sum í ár eru í Eysturkommunu og í Fuglafirði í vikuskiftinum 13. til 14. mai.

Byrjað verður fríggjadagin, tá Felagið Sløkkiliðsleiðarar hevur aðalfund í Fuglafirði, umframt at ymisk samansjóvandi tiltøk og fyrilestrar um tilbúgving eru á skránni. Nils Christensen, formaður fyri Dansk Beredskab kemur at greiða frá um nýggju donsku tilbúgvingina, sum fór av bakkastokki 1. januar 2016, og Høgni Hoydal tosar um framtíðar tilbúgving fyri Føroyar.

Leygardagin verður so stóri dagurin í Sarpugerði í Norðragøtu fyri bæði leiðarar og sløkkiliðsfólk. Íalt verða eini 150 sløkkiliðsfólk úr øllum landinum við, umframt at tilbúgvingarleiðarar og sølufólk innan økið vitja úr Danmark. Seinnapartin verður aðalfundur fyri Landsfelag Sløkkiliðsmanna, og síðan verður skipað fyri kappingum fyri sløkkiliðsfólk í fullum búna á vøllinum í Sarpugerði.

Endamálið við tilbúgvingardøgunum er at samansjóva og upplýsa sløkkiliðsfólk og leiðarar kring alt landið, sigur ein av fyriskiparunum, Sørin Djurhuus, brunaumsjónarmaður í Eysturkommunu, við heimasíðuna hjá kommununi.

Tiltakið endar við gallaveitslu í Bygdarhúsinum í Leirvík.