Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

16 ára gamli Alvi Hjelm vann bronsu á 1500m í Danish Open

Nordlysid

Tað hevur leingi verið greitt, at Alvi Hjelm úr Klaksvík er eitt av stóru talentunum innan kappsviming her á landi, og 16 ára gamli svimjarin er nú byrjaður at gera vart við seg uttanlands.

Tað hevur leingi verið greitt, at Alvi Hjelm úr Klaksvík er eitt av stóru talentunum innan kappsviming her á landi, og 16 ára gamli svimjarin er nú byrjaður at gera vart við seg uttanlands.

 

 

Fyri góðari viku síðan var Alvi Hjelm saman við øðrum føroyskum svimjarum í Danmark, har tey luttóku í siðvandu donsku svimjikappingini “Danish Open”.

 

Umframt Alva var eisini Birita Debes millum føroysku svimjararnar, ið luttóku, umboðandi Svimjifelagið Ægir, og kláraðu teg seg somikið væl, at venjarin hjá Esbjerg Svømmeklub spurdi, um tey bæði kundu koma og luttaka í DM fyri svimjifeløg sum partar av svimjifelagnum úr Esbjerg.

 

Hesum játtaðu tey, og eydnaðist teimum, saman við restini av liðnum, at vinna nøkur heiðursmerki fyri felagið úr Esbjerg.

 

Eitt nú eydnaðist tað Alva sunnudagin 7. apríl 2013 at gerast næstskjótastur av øllum luttakandi svimjarunum í 1500 metra frísvimjing á “Danske Mesterskaber for Hold 2013”, við tíðini 15:39.14 aftanfyri Anton Ørskov Ipsen úr Sigma á 15:09.50 og Marc Bach Nielsen úr Kvik Kastrup á 15:54.63. Eitt úrslit sum óivað telur væl við í roknskapinum hjá Esbjerg.

 

Eitt annað gott úrslit fekk Alvi í Danish Open, har hann vann bronsu í 1500 metra frísvimjing.

 

Ein svimjari í menning

Ein av monnunum, sum fylgdi við úrslitunum hjá Alva í Danmark hesar dagarnar, var sjálvur Pál Joensen, sum letur væl at avrikinum og gongdini í svimjingini hjá Alva.

 

Eitt nú helt Pál fyri, at tíðirnar hjá Alva nú eru líka góðar sum tær vóru hjá honum, tá ið hann sjálvur byrjaði at luttaka í altjóða svimjikappingum.

 

Alvi Hjelm venur við Svimjifelagnum Ægir í Klaksvík, har Petur Heðin á Fløtti er høvuðsvenjari.

 

Sum skilst hevur Alvi ta seinastu tíðina verið í stórari menning sum svimjari – ein kappsvimjari, sum er verdur at fylgja, og sum eisini hevur sett sær nøkur høg mál.