Tað hevur gingið væl hjá Norrønu í summarsiglingini í ár, í tíðindaskrivi ger Smyril Line nakrar sammetingar við 2004
3. september var summarsiglingin hjá Norrønu av á hesum sinni. Summarið 2005 royndist betur enn summarið 2004. Summarið 2005 flutti Norrøna 121.500 ferðafólk mótvegis 105.000 summarið 2004. Hettar er ein øking upp á 16%. Sølan umborð á Norrønu summarið 2005 er hækkað við góðum 10% í mun til sama tíðarskeið 2004.




