Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

16. umfar: Greiðir favorittar í flestu dystunum

Jákup Ósá

Her verður mett um teir fimm dystirnar í 16. umfarinum í Effodeildini.

Á pappírinum er kanska bara stórur spenningur um tann eina dystin, meðan tað í hinum fýra dystunum verður eitt stórt yvirraskilsi, um favorittarnir ikki fáa fulla úrtøku.

EB/Streymur-HB

EB/Streymur hevur tapt fimm dystir á rað, har liðið einki mál hevur skorað í fýra av teimum. Tí verður tað trupult hjá heimaliðnum at vinna ársins fyrsta heimasigur hesaferð, tá spælt verður fyri seinastu ferð á hesum graslíkinum. Hjá HB, sum spælir uttan leikbannaða Jóhan T. Davidsen, kann einki annað brúkast enn trý stig. HB er framvegis við í FM stríðnum hóast sjálvt spælið sjáldan hevur verið so sannførandi. HB er stórfavorittur til dystin við Margáir. Tipping: 2 (0-2)

NSÍ-TB

Oddasessurin hjá NSÍ er ikki eins tryggur nú sum onkuntíð fyrr í hesum kappingarárinum. Liðið er steðgað eitt lítið sindur upp, nú tað ”bara” hevur vunnið tveir av seinastu fimm dystunum. Í Runavík hevur NSÍ ikki vunnið síðani 3. mai. Gongur eitt sindur upp og niður hjá NSÍ seinastu umførini, so gongur nærum bara niður hjá TB. Seinastu fýra dystirnir hava bara givið 1 stig av sær, og nú síggja vit greiðari og greiðari ábendingar um, at TB verður eitt lið í niðaru hálvu av stigatalvuni. Í Runavík fáa lið í niðaru hálvu sjáldan nakað stig við sær, og tað fær TB neyvan heldur hesaferð. Tipping: 1 (4-1)

FC Suðuroy-Víkingur

FC Suðuroy hevur bara vunnið móti botnliðunum á heimavølli higartil í ár. Tað tykist sum tað seinasta manglar, tá tey sterkaru vitja, hóast uppflytararnir geva mótstøðu. Víkingur hevur seinastu tvey umførini spælt seg inn í FM stríðið og sjálvsálitið í Sarpugerði er uttan iva høgt hjá flestu leikarunum, har fleiri eisini júst hava verið við til at vunnið á Grikkalandi. Víkingur er tó eitt lið, sum oftari hevur trupulleikar við slíkum dystum enn onnur lið í toppinum. Spurningurin er so, hvussu verður hesaferð. Víkingur er favorittur, men tað verður helst tættari enn í fyrru uppgerðini millum liðini, tá Víkingur vann 4-0 á heimavølli. Tipping: 2 (1-3)

ÍF-AB

Hetta er kanska tann dysturin, sum frammanundan sær mest spennandi út í hesum umfarinum. Hjá báðum liðunum eru so nógv óviss ting, ið eru trupul at rokna út frammanundan. ÍF er í ár altíð trupult at meta um og serliga á heimavølli. Viðhvørt fáa fuglfirðingar nærum bank og so vinna teir uttan trupulleikar sum t.d. seinasta heimadyst, tá TB vitjaði, og so hava teir eisini tapt á heimavølli móti FC Suðuroy. Hjá AB, sum hevur óroyndan málverja ístaðin fyri skadda Heðin Stenberg, er framvegis óvist, hvat fyri ávirkan venjaraskiftið fer at fáa. Nú hevur Sámal Erik Hentze havt nakrar vikur at arbeitt við hópinum, og so er spurningurin, um vit koma at síggja betri úrslit. AB vann í Fuglafirði síðsta kappingarár, men AB hevur framvegis ongan dyst vunnið í ár. Tá er lættari at siga, at ÍF ger sum móti TB og vinnur á heimavølli. Tipping: 1 (2-1)

B36-KÍ

Hetta burdi av røttum verið ein spennandi og tættur dystur, hóast B36 eins og í fyrra dystinum í ár er nokkso greitt frammanfyri á stigatalvuni undan dystinum. Men tað er ivasamt, nú fortreytirnar hjá KÍ ikki eru tær bestu. KÍ hevur í ár spælt í 4-4-2 leikskipan teir flestu dystirnar, har Evrard Blé og Atli Danielsen hava mannað miðvøllin, tá tað hevur koyrt best, sum tað hevur seinastu mongu umførini. Men til hendan dystin verður hvørgan av teimum við, og tí skal KÍ til at finna tveir nýggjar leikarar til kanska mest týðandi plássini á liðnum. Í fyrra dystinum í Gundadali skaptu liðini nærum ongar upplagdar møguleikar, men ein púra nýggj samanseting á miðvøllinum hjá KÍ kann gera tað trupult at halda eina eins góða verjuskipan á liðnum yvir ein heilan dyst. Tá hetta er sagt, so hevur B36 als ikki víst ræðandi spæl seinastu dystirnar, har HB og Víkingur m.a. vístu, at tað ber væl til at stýra einum dysti og eisini vinna móti B36. KÍ hevur – í mun til t.d. Víking – trupult við at avrika væl í Gundadali seinnu árini og alt hetta ger B36 til ein greiðan favoritt. Tipping: 1 (2-0)