Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1600 lundar úr Settorvuni í tveir dagar

Oliver Joensen

Leygardagin komu viðingar aftur úr Settorvuni við 1600 lundum eftir at hava ligið har í tveir dagar.

Akki, Joen Jakki Heinesen, heimildarmaður okkara segði okkum, at tað hevði ligið stak væl fyri við fleygingini hesar báðar dagarnar.
Í fjørð var at kalla ongantíð ætt, og onki kom úr Settorvuni og  fyrrárið fingu vit 500.
Ein annar av fleygingarmonnunum, Símun Petersen sigur, at í ár sær heilt annarleiðis út. Tá vit vóru har uppi sýntist tað sum um at lív var í hvørjari holu, og hartil høvdu sildberarnir nógv í nevinum.
Símun sigur at enda, at ilt er at spáa um dagarnar sum koma, tí veðurmenninir spáa nærum bert um høgætt og tað er ikki ætt í Settorvuni.