Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

168 íbúðir byggjast Á Fossum

Jóhann Lützen

Vit ætla at fara undir byggingina eftir summarferiuna, sigur Anfinn í Toft formaður í Umhvørvis og Býarskipanarnevnd Klaksvíkar býráðs við Norðlýsið

 

Størsta einstaka avbjóðingin hjá Klaksvíkar kommunu er at útvega nóg mikið av bústøðum, sum eru fjølbroyttir og kunnu nøkta tørvin hjá øllum málbólkum. Vit bjóðaðu tí økið Á Fossum út og Articon vísti áhuga beinavegin, upplýsir Anfinn. 

Nú eru vit klár at fara í samráðingar um sølu og endaliga skipan av lendinum, so Articon kann fara í gongd, sigur formaðurin í UBN. 

Tað er mín vón, at verkætlanin Á Fossum fer í gongd eftir summarferiuna, sigur Anfinn.

Verkætlanin Á Fossum verður tann størsta einstaka bústaðarútbyggingin í Klaksvík í nýggjari tíð. Verkætlanin inniheldur íbúðir í fleiri støddum, størri og smærri og tær kunnu byggjast fyri ein sámuligan kostnað, sigur Anfinn í Toft.

Umframt íbúðir inniheldur verkætlanin uppskot til staðseting av einum dagstovni, sigur Anfinn við Norðlýsið at enda.