Áðrenn kórið fer avstað til Íslands, hava tey 2 konsertir. Onnur í Runavík mikukvøldið 7. mai og hin í Ósáskúlanum í fríggjakvøldið 9. mai kl. 20. Konsertin fríggjakvøldið verður saman við Kvinnukórinum Suð og Barnasangskúlanum.
Seinastu árini hevur kamarkórið "17 Sangarar" verið uttanlanda so gott sum á hvørjum ári. Eisini hevur kórið havt vitjanir av ymiskum útlendskum kórum, sum samband hevur verið við, eitt nú úr Danmark, Svøríki og Íslandi.
"17 Sangarar" hava vitjað í Danmark í ymiskum býum, í Noregi har kórið m.a. hevur sungið í Nidaros dómkirkjuni fyri fullsettum høli.
Í fjør gekk leiðin til Norrkøping í Svøríki, sum er vinarbýur Klaksvíkar, og vóru gestir hjá Musikaliska Selskapets Kammerkør. Á hesum túri varð eisini steðga í býum í Danmark. – Í 2001 vitjaði kórið Aberdeen.
Nú liggur leiðin so til Íslands í Dýra Biðidagshalguni frá 16.-19. mai.
Norðurlendskir sangir
Konsertir verða á Hvolsvelli, í Akranesi, har kórið kemur at hava konsert saman við kamarkóri úr Holmavík. Ein konsert verður í konserthøllini í Kópavogi.
Á skránni verða norðurlendskir sangir.
Sunnudagin er eisini ætlanin at vitja brøðrasamkomuna Akurin í Kópavogi.
Klassiskt á violin og klaver
Við á ferðini verða eisini Monika Stauss Joensen og Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð, sum fara at spæla klassiskan tónleik á ávikavist violin og klaver.
Í sambandi við ferðina er fyrra konsertin mikukvølið 7. mai í Runavík og hin seinna verður fríggjakvøldið 9. mai kl. 20 í Ósáskúlanum.
Á konsertini í Klaksvík luttaka eisini kvinnukórið Suð og Barnasangskúlin
Snotulig skrá er gjørd til konsertirnar í Føroyum og í Íslandi. Í skránni hevur partur av føroyska vinnulívinum verið so beinasamt, saman við Klaksvíkar Kommunu, at latið lýsingar til skránna, og við hesum eisini stuðlað ferðini hjá kórinum.




