Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

17 Sangarar songferð til Sveits

John William Joensen

Fríggjadagin 14. mai fara 17 Sangarar songferð til Sveits. Vitjanin varðar til leygardagin 22. mai. – Tíggju ár eru liðin í ár, síðani kórið varð stovnsett í 1994.

Í Sveits verða seks konsertir ymsastaðni í landinum. Byrja verður í sunnasta partinum, og seinastu tvey kvøldini verður kórið ávikavist í Winthertur og í Seuzach.
 
Sangúrvalið fevnir um norðurlendskar forsturlandssangir, úrval av enskum sangum og okkurt innan klassiskan tónleik. – Kórið framførir eisini væl av andaligum tónleiki, bæði á føroyskum og enskum máli.
 
Sum vanligt verður eisini instrumenalur klassiskur tónleikur við á ferðini. Monica Stauss Joensen spælir á violin og Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð klaver.
 
17 Sangarar hava sungið við nógv høvi í Føroyum, tað veri seg í útvarpi, sjónvarpi, fyri útlendskum gestum, sum hava vitjað Føroya landsstýri, kommunur og aðrar stovnar. – Eisini hava 17 Sangarar verið at hoyrt í íslendskum útvarpi.
 
Kórið hevur gjørt nógvar uttanlandaferðir m.a. til Noregs í 1999, har kórið sang í Nidaros dómkirkjuni og í Olavshallen. Í 2000 vitjaði kórið í Danmark, 2001 í Skotlandi, í 2002 gjørdi kórið songferð til Svøríkis og í fjør var kórið í Íslandi.
 
Pianistur á ferðini er Pætur við Keldu og kórleiðari verður Jógvan við Keldu sum stovnaði kórið.

Harleyfacadeacryl