– Tað gongur í fullari ferð, og vit eru við at fáa tað seinasta uppá pláss til Atlantic Fair, sigur Áki í Skemmuni, stjóri fyri Atlantic Fair.
– Tað gongur í fullari ferð, og vit eru við at fáa tað seinasta uppá pláss til Atlantic Fair, sigur Áki í Skemmuni, stjóri fyri Atlantic Fair.
Í døgunum 12. til 14. mai verður Atlantic Fair í ítróttarhallunum í Klaksvík, og sambært fyrireikarunum eru at kalla øll plássini nú seld.
– Tað er okkurt smávegis sum ikki er komið heilt uppá pláss í samband við onkrar av framsýnarunum, men tað er um tað lagið at alt er útselt, sigur Áki í Skemmuni.
Og talan verður um enn fleiri framsýnarar hesaferð. Í 2013 vóru 158 framsýnarar umboðandi 15 lond.
– Hesaferð vera vit minst 171 framsýnarar úr 18 londum, sigur ein vælnøgdur stjóri og fyrireikari. Hann leggur afturat at fleiri av fyritøkunum hava luttikið fyrr, og at hetta taka tey sum eitt tekin um at tær eru nøgdar við úrslitið av Atlantic Fair.
Breiðari málbólk
Atlantic Fair leggur seg nú eftir einum breiðari málbólki, og tey hava valt at strika «Fish» í heitinum.
– Vit ynskja at hava eina stevnu sum hevur við alt vinnulív á sjónum at gera, so tú kanst siga at vit nú eru ein meir maritim stevna, har pláss er fyri bæði fiskivinnu, oljuvinnu, farmavinnu og øðrum vinnum knýttum til tað maritima umhvørvi. Og talan er um bæði vinnurnar á sjónum, og vinnur á landi sum veita tænastur , sigur Áki í Skemmuni.
Stevnan leggur seg eftir at vera opin fyri øllum sum hava áhuga í at vita hvat sum fyrigongur í tí maritima umhvørvinum.
– Tey vitjandi eru øll møgulig, men sjálvandi koma nógv sum hava tilknýti til tað maritima, men vit síggja eisini skúlaflokkar og onnur sum velja at koma fyri at seta seg inn í hvat sum hendir á hesum økinum. Vit skulu hava nýggj ættarlið inn í maritimu vinnurnar, og tí er gott at tey ungu nýta hetta høvi at síggja hvat sum hendir, sigur Áki í Skemmuni.
Fyrilestrarrøð
Í 2013 vitjaðu góð 4500 Atlantic Fair, og tað eru fyrireikaranir nøgdir við.
– Hesaferð hugsa vit eitt sindur breiðari, og ikki bara fiskivinnu, og tað vóna vit ger at fleiri fara at koma inn á gólvið hesaferð, sigur hann.
Atlantic Fair verður hesaferð eisini opið ein dag tá øll vanliga hava frí.
– Vanliga hava vit havt stevnuna tríggjar gerandisdagar, men í ár endar stevnan hósdagin 14. mai, sum eisini er Kristi Himmalfaradagur. Tað skuldi givið teimum sum ikki sleppa frá vanligu geranidsdagarnar til at koma framvið, sigur Áki í Skemmuni.
Hann vísir á at umframt sjálva framsýningina, so verður millum annað høvið at hoyra fleiri áhugaverdar fyrilestrar.
Vit hava roynt at seta saman eina fjølbroytta skrá av fyrilestrum, har møguligt verður at hoyra um ymisk maritim evnir, og málið er at teir bæði skulu vera upplýsandi og kunna skapa kjak, sigur Áki í Skemmuni.




