Tá tað veruliga stóð á traðkaði KÍ í karakter og tryggjaði sær framhaldandi pláss í 1.deild komandi ár.
Og tað er eingin ivi um, at hetta KÍ liðið hevur einki at gera í 2.deild. Liðið hevur alla seinnu hálvu verið sannførandi og tá hevur talan næstan verið um eitt lið við U20 leikarum og niðureftir. Leygardagin stóð nógv uppá spæl og áskoðararnir vóru nógvir. Men tað sá bara út til at hava jaliga ávirkan á KÍ, sum størsta partin av dystinum var betra liðið og skapti meir. Álopið við Jóannes Bjartalíð og Jóannes Danielsen var stórspælandi og á miðvøllinum var Jákup B. Andreasen við í øllum fýra málunum hjá KÍ. KÍ kom á odda 1-0, 3-1 og 4-2, sum var endaliga støðan. Málini skoraðu Jóannes Bjartalíð(2), Jóannes K. Danielsen og Eivin Sørensen. Málini hjá HB skoraðu Hilmar Leon Jakobsen og Tróndur Jensen.
Kári á Høvdanum aftur sannførandi
Nýggi Effodómarin Kári á Høvdanum dømdi dystin í gjár. Og staðfestast má aftur, at hann kom sera væl frá uppgávuni. Fyri fleiri áskoðarar var kanska ivamál, um HB átti brotsspark og seinni var ónøgdin stór í HB, tá teir hildu Eivin Sørensen gera fríspark áðrenn fjórða málið. Men á upptøkunum, sum in.fo vísir her, sást, at Kári í báðum førunum tó eina rætta avgerð. Hvussu var og ikki, so vann KÍ hendan sera undirhaldandi dystin. HB vísti eisini dygdir og eru langt frá vánaligasta liðið, sum hevur spælt móti KÍ í seinnu hálvu, men á sjálvum 110 ára degnum mátti HB tungu leiðina niður í 2.deild.




