Leygardagin spælir næstbesta liðið hjá KÍ sín fyrsta heimadyst.
KÍ hevur 4 stig fyri teir báðar fyrstu dystirnar, ið hava verið ímóti NSÍ og HB á útivølli. Hesaferð vitjar TB/FCS/Royn í Klaksvík. Liðið úr Suðuroynni liggur aftast í deildini við ongum stigi. Hesaferð kunnu suðuroyingar tó væntast at spæla í einari munandi sterkari útgávu, tí besta liðið spælir ikki hetta vikuskiftið og tað ger, at allir eykaleikararmir á besta liðnum umframt teir, sum eru undir 21 ár, hava loyvið at spæla.
Hjá KÍ er støðan tann sama. Eykaleikarar á besta liðnum sum eitt nú Kristian Joensen, Hjalgrím Elttør, Steinbjørn Olsen og Kristoffur Jakobsen vóru við seinasta dyst og kunnu spæla aftur hesaferð. Frammanundan eru fyrrverandi Betri leikarar sum David Langgaard, Henry Heinesen og Tórur Justesen millum føstu leikararnar á næstbesta liðnum. Tí verður tað helst eitt KÍ lið í sterkari útgávu, sum vit síggja leygardagin.
Dysturin í Klaksvík leygardagin byrjar kl. 15.00. Dómari verður Jóhan Petur Michelsen



